Samfelagsfrøðingurin, Sámal Matras Kristiansen, heldur, at við einum komandi Suðuroyartunli er eingin ivi um, at Hvalba og Sandvík verða nýggju vakstrarøkini í Suðuroynni.
- Tí má høvuðsstaðurin í nýggju Suðuroynni verða Hvalba, sigur maðurin, ið hevur býarplanlegging sum sergrein í sínari útbúgving.
Hann vísir á, at nýggi portalurin til Suðuroynna verður í Hvalbiar kommunu.
- Tað verður har, tað verður mest praktiskt at hava tænastur, tí har koma flest fólk framvið, sigur Sámal Matras Kristiansen.
Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, sigur, at útsagnirnar hjá samfelagsfrøðinginum er søtur tónleikur í hansara oyrum.
Hinvegin ásannar hann, at við nýggja Hvalbiartunlinum er farleiðin til Tvøroyrar og bygdirnar syðri á oynni stytt munandi, umframt at tað er sum dagur og nátt at koyra gjøgnum nýggja tunnilin og so hin gamla sum var.
- Vit hava fingið ein fantastiskan tunnil, og umstøðurnar við nýggja tunlinum kunnu slett ikki samanberast við gamla tunnilin.
Nýggi Hvalbiartunnilin hevur eisini givið vinnuni nógv betri flutningsumstøður, nú vit eisini hava fiskavirki her í Hvalba.
Samfelagsfrøðingurin vísir á, at bæði Tvøroyri og Vágur verða ov langt burtur frá meginøkinum, og hetta hongur saman við umstøðunum at pendla.
- Longu úr Sandvík til Havnar verður í longra lagi at pendla. Av Tvøroyri verður tað órealistiskt fyri tey flestu, og úr Vági verður tað púra ómøguligt, heldur Sámal Matras Kristiansen.
Hann leggur aftrat, at hetta ikki bara snýr seg um koyritíðina, men eisini um prísin, sum fólk skulu rinda fyri tunlar og brennievni.
Janus Thomsen sigur seg vóna, at politiska landslagið fer at taka undir við tunnilsverkætlanini, og at tunnilin longu verður samtyktur í hesum árinum.
- Tað er nú, vit hava góða umboðan úr Suðuroynni, bæði á tingi og í landsstýri, og eg haldi eisini, at Føroya fólk sum heild ynskja at fáa Suðuroynna knýtta upp í miðstaðarøkið við føstum sambandi.
Borgarstjórin ásannar, at í løtuni gongur tað aftur á bakka við tænastuni um Suðuroyarfjørð og so hvørt, sum árini ganga, og Smyril verður eldri og enn meira slitin, verður einki betur.
- Tað skal eingin ivi vera um, at Suðuroyggin hevur brúk fyri føstum sambandi, eins og aðrar bygdir og oyggjar norðanfjørðs hava havt brúk fyri føstum sambandi, sum eisini er teimum væl unt.
Janus Thomsen sigur, at so skjótt, sum Suðuroyartunnilin verður samtyktur, fara tey í Hvalbiar kommunu at seta seg saman at finna út av, hvørji stig skulu takast, og hvussu kommunan best kann fyrireika seg til dagin, tá Suðuroyartunnilin er ein veruleiki.
- Tað skal eingin ivi vera um, at vit her suðuri ynskja okkum eina góða og trygga farleið við føstum sambandi um Suðuroyarfjørð, og er spádómurin, at okkara kommuna einaferð verður høvuðsstaður í Suðuroynni, so er tað bara søtur tónleikur í okkara oyrum, sigur borgarstjórin í Hvalbiar kommunu.
##med2##
Lesið samrøðu í VikuskiftisSosialinum, sum kom í sølubúðirnar fríggjadagin, við Kristin Michelsen, borgarstjóra í Tvøroyrar kommunu, um útsagnirnar hjá samfelagsfrøðinginum, Sámali Matras Kristiansen.
Lesið eisini -
- Vit ynskja hvalbingum allan vøkstur og framburð - https://www.in.fo/news-detail/vit-ynskja-hvalbingum-allan-voekstur-og-framburd