Fyrsta føroyska bilasølan við DAF góðskuváttan

Stór frøi var á starvsfólkunum á Reyni Service fyrr í mánaðinum, tá Toyota umboðið - sum fyrsta bilasølan í landinum - fekk sokallaða D. A. F. góðskuváttanina

Tað var næstformaðurin í Danmarks Automobilforhandler Forening (DAF), Peter Kjærsgaard, sum handaði Eivindi av Reyni, stjóra, váttanina.

Men áðrenn tað kundi gerast, gingu fýra mánaðir við hørðum arbeiði fyri at ganga ígjøgnum fyritøkuna Reyni Service í øllum smálutum. Tí tað krevur sítt, at fáa hetta »bláa stemplið« frá DAF.

Út av 100 møguligum stigum fekk Reyni Service heili 98,6%. Til samanberingar upplýsir Richard Krak Hansen frá P. A. Consulting Group, sum vegna DAF stóð fyri góðkenningini av Reyni Service, at miðalstigatalið vanliga liggur um 95%, so Eivindur av Reyni kann saktans vera fegin um úrslitið - og stoltur av sínum 36 starvsfólkum, sum sjálvandi eiga sín stóra lut í úrslitinum.

Góðskustandardurin hjá DAF er grundaður á 34 serlig góðskukrøv og fleiri etiskar reglur, sum allar skulu uppfyllast, fyri at fyritøkan skal kunna fáa váttanina.

Hesi krøv og reglur snúgva seg um alla fyritøkuna - frá móttøku, mekanikarum til søluliðið, verkførarar og stjóra, og tí er tað eitt óvanliga tíðs- og orkukrevjandi arbeiði at ganga ígjøgnum eina slíka fyritøku.

Eitt av evnunum, sum serliga hugt hevur verið eftir hjá føroyska Toyotaumboðnum, er samstarv og trivnaður hjá starvsfólkinum, sum er rættuliga grundleggjandi fyri, at til ber at hava eina so høga tænastu til kundan, sum gjørligt.

Hetta var eisini nakað, sum Eivindur av Reyni legði stóran dent á í takkarrøðu síni á samkomuni.

? Er tað nakað, eg vil taka fram, tá eg hugsi um tað, sum vit nú eru vorðin ein partur av, so eru tað tvey orð, sum serliga falla mær í huga, nevniligi »álit« og »opinleiki«. Hesi hava verið týðandi faktorar undir allari góðskutilgongdini, og um vit framhaldandi halda fast við tað, eri eg sannførdur um, at vit koma langt, segði hann.

Sølutølini hjá Reyni Service kunnu kanska eisini benda á, at tað stendur rættuliga væl til í so máta. Av teimum umleið 1.500 persónbilunum, sum vórðu seldir í 1997, vóru umleið 300 teirra latnir av Reyni Service - ella neyvari sagt, so hevði Reyni Service 22,17% av marknaðarpartinum. Hetta er eitt tal, sum fær limirnar í DAF at gána, tí eitt so gott úrslit fært tú ikki í Danmark.

Eivindur av Reyni væntar, at Reyni Service í ár kann selja 10% fleiri bilar enn í fjør, um marknaðurin heldur sær.

Fyri hvønn nýggjan bil, Reyni Service selur, verða tveir brúktir bilar handlaðir.