Fyrsta steypið í ár

– Tað er gott at koma í gongd, og vit ætla at vinna, eru Fróði Benjaminsen og Súni Olsen samdir um, áðrenn HB og Víkingur sunnudagin møtast í Stórsteypadystinum

Fótbóltur: Fjórða árið á rað byrjar fótbóltsárið við Stórsteypadystinum, sum er millum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá árinum fyri. Hesa ferð møtast HB og Víkingur í dystinum, sum Lions Club í Føroyum og Fótbóltssambandið skipa fyri í felag sunnudagin klokkan 15 í Gundadali.
Bæði lið hava verið darvað í fyrireikingunum til komandi kappingarárið, tí kavin hevur ligið so leingi, og tí er kærkomið bæði hjá HB og Víkingi at fáa spælt ein steypadyst, nú tað ikki er blivið til serliga nógvar venjingardystir.
– Tað hava ikki verið so nógvir dystir, so tí kenni eg ikki so nógv til, hvussu hini liðini eru fyri. Men tað er deiligt at koma í gongd aftur, og eg haldi, at vit eru væl fyri undan hesum dystinum, sum vit ætla okkum at vinna, sigur Fróði Benjaminsen, sum fyri einum ári síðani kundi taka ímóti Lions-steypinum, tá HB vann á EB/Streymi.
Súni Olsen ásannar somuleiðis, at tað heldur ikki hjá Víkingi er blivið til so nógvar dystir, sum ynskiligt hevði verið, men at teir kortini hava verið hugagóðir undir venjing, umframt at teir hava staðfest, at menn tykjast vera betri nú, enn hon var um somu tíð í fjør.
– Hetta er so tað fyrsta steypið, vit hava at spæla um, og vit eru øgiliga spentir. Vit skulu gjarna vinna henda dystin, so vit koma væl í gongd við hetta kappingarárið beinanvegin, sigur Súni Olsen.
Samstundis sum Stórsteypadysturin gevur ábendingar um, hvussu tey bæði toppliðini frá í fjør eru fyri, hevur hann eisini til endamáls at útvega pengar til eitt vælgerandi endamál, sum hesa ferð er felagsskapurin, KRIS.
– Tað er bara stuttligt, at vit eisini kunnu vera við til at stuðla einum vælgerandi endamáli upp á henda mátan, og eg haldi hetta vera eitt fínt tiltak, sigur Fróði Benjaminsen, sum fær undirtøku frá Súna Olsen: – Vit vóna, at nógv fólk kemur at hyggja, so mest møguligt av pengum kann koma burturúr til tað góða endamálið, dysturin hevur.