Fyrsti føroyingur við koronu: Soleiðis hevur hann tað í dag

Í dag er eitt ár síðani, korona varð staðfest í Føroyum

Í dag er eitt ár síðani, at korona varð staðfest í Føroyum á fyrsta sinni. Tað var Kaj K. Skipanes í Hoyvík, sum var fyrsti føroyingur, ið fekk koronu.

Hann varð smittaður á eini kristiligari rástevnu í París, men tað gingu fleiri dagar til hann merkti nakað. Tey komu til Føroyar mánadagin 24. februar og tað var ikki fyrr enn leygarkøldið, tann 29. februar, at hann merkti nakað á sær, men einasta sjúkutekni hann hevði teir fyrstu dagarnar, var, at hann kaldur og eitt sindur illa tilpass. Hann hevði sostatt hvørki fepur ella ilt í hálsinum.

Men týsdagin 3. mars, ringdu tey, sum varaðu av ráðstevnuni til konu hansara, sum er úr Togo, at gera vart við, at fólk, sum høvdu verið á ráðstevnuni, høvdu fingið koronu, og tí læt Kaj seg kannað longu um kvøldið, og morgunin eftir, tann 4. mars, varð ringt at boðað frá, at hann hevði koronu og at hann, og alt húskið, skuldu í sóttarhald.

Nú, ársdagin eftir, sigur Kaj, at tað var bara hann í húskinum, sum fekk koronu, men hann var ikki illa sjúkur upp á nakran máta. Tað, hann hugsaði mest um, var at hann skuldi ikki smitta onnur.

­– Tað var ikki øðrvísi enn eitt vanligt krím, sigur hann, og hann misti hvørki luktisansin, ella smakksansin, sum annars er vanligt hjá koronusjúklingum.

Hjá nógvum koronusjúklingu kann tað taka drúgva tíð at koma fyri seg aftur, tí tey plágast av av seinárinum í langa tíð.  Men Kaj J. Skipanes sigur, at hann var sjúkur í nakrar dagar, og so var hann spillfrískur aftur.

Og tað er hann framvegis, tí hann sigur, at hann hevur ikki havt fortreð av tí upp á nakran máta síðani.

Men hann sigur, at hann ansar framvegis væl eftir og tekur tey fyrivarni, sum skulu takast. Hóast eg havi havt koronu, brúki eg vit og skil, og ansi eftir, fyri ikki at verða smittaður einaferð afturat, sigur hann.