GÍ-B68 2-0 (0-0):
Fótbóltur
Tað var sum at vera miðskeiðis í níti árunum í Sarpigerði mikukvøldið. Fólkið kring vøllin var nógv, undirhaldið var gott, GÍ vann, teir hava framvegis fult stigatal, og tí segði tað seg sjálvt, at tað ljóðaði av ovfarakæti, tá stadion speakarin, Jørgin Evald Solmunde, eftir dystin bjóðaði øllum at vera vælkomnum í ítróttarhúsið at fáa sær ein drekkamunn við køkubita afturvið.
Gamli GÍ formaðurin, Haldgrím Gregersen, sparkaði fyrsta sparkið á nýggja undirlagnum, og so vóru nógvu áskoðararnir vitni til ein tíma, har tað reið um snarið, og har undirhaldsvirðið var høgt, tí tað gekk skjótt báðar vegir, og tað vóru fleiri málmøguleikar.
Munurin
GÍ vann 2?0, men tað var ikki fyrrenn miðskeiðis í 2. hálvleiki, at teir fingu hol á. Óli Hansen skoraði til 1?0 í 63. minutti, og Henning Jarnskor staðfesti áttanda gøtusigurin í landskappingini á rað, tá tað restaði eitt stórt korter.
Eftir málini var eingin ivi um, at GÍ fór at vinna. Spurningurin var heldur, hvussu stórur sigurin fór at verða.
Talan var leingi um tætta uppgerð, men sum so mangan áður, so endaði tað við GÍ sigri, og gongdin vísti, at tað var ikki so undarligt. GÍ vísti mikukvøldið, at teir hava eitt stak væl skipað kollektiv, har størsta styrkin er, at teir so at siga ikki gera mistøk í verjupartinum.
B68 stóð seg leingi væl, men tað kostaði teimum í dýrar dómar, at teir nakrar ferðir mistóku seg stórliga.
Longu í 1. hálvleiki lótu teir toppskjúttan í bestu deildini, Helga L. Petersen, standa púra óansaðan, tá GÍ fyri fyrstu ferð hevði hornaspark. Helgi stútaði ímóti málinum, men bólturin fór dygst framvið. Tá GÍ fekk hol á, endurtóku toftamenn mistakið. Helgi L. Petersen var púra leysur, tá hann stútaði hornasparksinnlegg úr høgru ímóti málinum, og Óli Hansen kastaði seg fram og trýsti bóltin inn um strikuna.
Í 74. minutti økti GÍ. Aftur var talan um deyðbóltsstøðu, og aftur sektaði GÍ persónligt mistak. Langt innkast úr høgru varð longt inn í málteigin. Ein av B68 verjumonnunum royndi at sparka burtur, men ólukkutíð fyri teir reyðu, so kom bólturin fyri føturnar á Henningi Jarnskor. Úr fimtan metum og mitt fyri sendi hann í nettakið, og so var liðugt.
B68 góðan hugburð
Toftamenn vóru væl nøgdir við avrikið leygardagin í Lokeren í Belgia, og teir royndu at bera positiva hugburðin og góða stríðsviljan frá tí dystinum víðari. Jan Petersen var sera avgjørdur á aftasta manni, og teir tríggir á sentrala miðvøllinum vóru eyðsýndir.
Landsliðsmenninir Øssur Hansen og Fróði Benjaminsen duga nógv við bóltinum, og teir arbeiddu væl. Merkisvert var tað, at ungi Jann Ingi Petersen, sum hevði verjukenda miðvallarleiklutin, stóð so sterkur í myndini. Hann hevði ofta bóltin, og hann var sera skilagóður.
Toftamenn vóru mesta partin av fyrra umfarinum leikliga omaná, men teir megnaðu ikki at fáa mál. Fróði Benjaminsen stakk beinanvegin Marcello leysan, men hann sendi framvið Halli Hansen, sum var komin fram úr málinum. Hetta var størsti møguleikin hjá B68. Teir høvdu onkran annan eitt sindur meiri enn hálvgóðan møguleika, og í 2. hálvleiki var Súni Fríði Johannesen tætt við eftir best spælda B68 álopið og innlegg úr høgru og til nærra stólpan, men sum heild vóru toftamenn ikki serliga vandamiklir á álopsspælinum. Súni Fríði fekk lítið at arbeiða við, Marcello er langt frá støðinum í fjør, og tað gongur sjálvandi út yvir álopsspælararnar, at tyngdin í borðunum tykist vera so lítil.
Gøtumenn eru drúgvir
Tað var týðuligt, at GÍ á sentrala miðvøllinum ikki hevði somu styrki sum gestirnir, og tí er tað ikki minni merkisvert, at teir kortini megnaðu at vinna.
GÍ saknaði skadda Sámal Joensen, og Magni Jarnskor, sum varð sproytaður undan dystinum, fekk ikki altíð so nógvan stuðul, men gøtumenn hava nógvar styrkir, sum eru partar av frágreiðingini upp á, at teir eru so væl fyri. Hallur Hansen er ein fínur málverji. Leivur Hansen, Bartal Eliassen og Poul Ennigarð eru sera stinnir og tryggir í miðverjuni, og í vinstra borði nýtir Henning Jarnskor allar sínar royndir og spælir betri, enn hann hevur gjørt leingi.
Fyri fyrstu ferð í ár fór Helgi L. Petersen av vøllinum uttan at hava skorað í landskappingardysti. Men Helgi vísti ferð eftir ferð, hví hann í løtuni verður roknaður sum besti álopsmaðurin í landinum. Jákup Eli Olsen og Hans Fróði Hansen, ið ikki tykist vera so væl fyri, sum landsliðsmiðverjin hevur verið í undanfarnu árini, høvdu ofta stórar trupulleikar at halda Helga. Og hóast Helgi ikki skoraði hesa ferð, so var hann við í uppspælinum til bæði málini.
Hans Fróði gav beinanvegin Helga L. Petersen ein risa møguleika, sum toppskjúttin misnýtti, og í 2. hálvleiki var GÍ fleiri ferðir tætt við m. a. í støðum eftir hornaspørk.
GÍ hevur nú vunnið átta ferðir upp í slag. Um teir halda fram við sama hugburði og álvara, sum teir hava sýnt higartil, so er rættuliga stórur møguleiki fyri, at teir fara at vinna fleiri sigrar afturat, áðrenn teir kanska fara at missa stig.
B68 er fjórði aftast, og tað er heilt langt fram til Europa Cup plássini. Men um hugburðurin frá fyrsta tímanum í Gøtu verður fremstur komandi vikurnar, so áttu møguleikar at verið fyri fleiri stigum.
GÍ?B68 2?0 (0?0)
1?0: Óli Hansen 63.
2?0: Henning Jarnskor 74.
GÍ: Hallur Hansen ? Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Leivur Hansen ? Poul Henning Jacobsen, Áslakur R. Petersen, Magni Jarnskor, Zdzislaw Janik, Henning Jarnskor ? Helgi L. Petersen, Óli Hansen
B68: Magnus Poulsen ? Hans Fróði Hansen, Jan Petersen, Jákup Eli Olsen (Messias Perreira, 78.) ? Arnold Joensen, Fróði Benjaminsen, Jann Ingi Petersen, Øssur Hansen, John Heri Dam ? Súni Fríði Johannesen, Marcello Marcellino (Marlon Jorge, 78.)