GÍ misti á stokkinum

Tað var tætt og undirhaldandi, og tað endaði við nógvum turbolensi, tí tveir landsliðsspælarar og ein fyrrverandi liðformaður á landsliðnum sóu reyða kortið

GÍ?B36


Fyri føroyskan fótbólt sum heild var tað lítið sømuligt í Gøtu. Dómarin fór tríggjar ferðir í lumman eftir reypa kortinum. Tveir B36 spælarar vórðu vístir av vøllinum. Í báðum førum var talan um spælarar, sum annan mikudag skulu við landsliðnum til Litavia og Týskalands. Fyrst var talan um John Petersen, og síðani var tað Julian Johnsson, sum sá reytt.
Í sama andadrátti sum B36 liðformaðurin, John Petersen, varð rikin av vøllinum, sá Magni Jarnskor, sum hesa ferð var liðformaður hjá GÍ, reyða kortið. Hann hevur áður verið liðformaður á landsliðnum!

Europa upp á spæl
Í fyrstu atløgu var tað plássið í Intertoto Cup, sum stóð upp á spæl í Gøtu. Men soleiðis sum dystirnir myndaðust í Runavík og í Vági, so gjørdist tað greitt, at tað var møguleikin kanska at sleppa upp í part í UEFA Cup, sum GÍ og B36 stríddust fyri.
Báðir partar høvdu møguleikan, men tað mundu vera teir á heimaliðnum, sum iðraðu seg mest. Síðsta hálva tíman vóru teir á odda. 2?1 málið skoraði Krzystof Popczynski. Hann fekk langa sending fram eftir miðásinum, og við Jens Kristiani Hansen í hølunum rann hann ímóti brotsteigarmarkinum, áðrenn hann smekkaði til, og so var GÍ á odda.
Einki var at undrast í, at gøtumenn vóru fegnir um leiðslumálið. Teir hava ikki ov nógv fólk, og tí kom tað serliga illa við, at tríggir av lyklaspælarunum ikki vóru førir fyri at spæla. Poul Ennigarð hevur verið skaddur í fleiri vikur, og hesa ferð vóru hvørki Bartal Eliasen ella Sámal Joensen á vøllinum.
Tí var neyðugt við næstan nýggjari miðverju. Leivur Hansen fekk hjálp frá veteraninum Jóan Peturi Olsen, sum næstan hevur spælt meiri, enn hann hevur vant í ár, og av Jónreidi Dalheim, sum ikki hevur spælt nakað serligt á besta liðnum.

B36 leiðslu beinanvegin
Fyri GÍ var byrjanin so óheppin, sum tað ber til at ímynda sær. Longu í 2. minutti legði Julian Florescu innfyri úr vinstru, verjan drálaði, og so smekkaði Kenneth Jacosben til, og B36 var á odda.
GÍ javnaði, tá ein hálvur tími var farin. Hans Pauli Petersen, sum var nærlagdur í høgru, sneiddi framvið fleiri. B36 menninir vildu vera við, at vongspælarin hevði tikið bóltin við sær við hondini, men tað helt dómarin, sum annars ikki helt seg aftur at bríksla, ikki, og tá Hans Pauli kom í brotsteigin, megnaði hann úr eitt sindur spískum at lyfta upp um málverjan.
Eftir leiðslumálið hjá Popczynski var GÍ á odda í ein hálvan tíma. Vanliga leiktíðin var farin og væl meiri enn tað, tá B36 javnaði, og tað harvið varð greitt, at hvørki GÍ ella B36 skuldu hava møguleika at sleppa upp í part í UEFA Cup.
Kenneth Jacobsen sendi innfyri úr høgru, í fyrsta lagið varð skotroyndin blokerað, men so støkk bólturin til Heina í Skorini, sum hevði fingið møguleikan, tí Jákup á Borg var skaddur, og Heini javnaði til 2?2.

Buldraligur endi
At so nógv tíð var lagt afturat komst av ruðuleikanum, sum áskoðararnir vóru vitni til síðstu løtuna.
Nógvu og tættu nærdystirnir vóru ikki altíð so reinir. Dómarin bríkslaði ofta, og kortini vóru ofta á lofti. Men tá hann sendi John Petersen og Magna Jarnskor av vøllinum, vóru tað linjuverjarnir, sum vegleiddu.
Eftir nærdyst ímillum John Petersen og Magna Jarnskor vegleiddi linjuverjin í borðinum, har tað gekk fyri seg, soleiðis, at John Petersen sá reytt. Tað tók sína tíð, áðrenn landsliðsmaðurin var farin av vøllinum. Og áðrenn spælið varð tikið uppaftur, hevði linjuverjin í hinum borðinum flaggið uppi. Hann segði seg hava sæð ónollurnar hjá Magna Jarnskor, og so stóð tíggju og tíggju ? í manning.
Í síðstu løtu sá ein annar landsliðsmaður hjá B36 reytt. Dómarin metti, at taklingin aftanífrá, sum Julian Johnsson var meistari fyri, var so ógvuslig, at reyða kortið skuldi upp í loft.
Blóðið kókaði rættuliga. Ein áskoðari heilsaði uppá linjuverjan. Tað var sera óheppið, og ivaleyst fer hetta at fáa avleiðingar. Hvørjar verður ivaleyst meiri at frætta um seinni.

Dysturin í tølum
GÍ-B36 2-2 (1-1)
0-1: Kenneth Jacobsen 2
1-1: Hans Pauli Petersen 31
2-1: Krzystof Popczynski 63
2-2: Heini í Skorini 90

GÍ: Hallur Hansen ? Jónreid Dalheim, Jóan Petur Olsen, Leivur Hansen ? Hans Pauli Petersen, Magni Jarnskor, Súni Olsen, Gidek, Bárður á Lakjuni ? Súni Fríði Johannesen, Krzystof Popczynski
B36: Rene Tórgarð ? Arnbjørn Danielsen, Egil Zachariasen, Jens Kristian Hansen ? Kenneth Jacobsen, Klæmint Matras, Julian Johnsson, Julian Florescu ? Heini í Skorini, John Petersen, Magni á Lakjuni