G7-londini taka frástøðu frá at seta forsetan í starv Venesuela

Í gjár varð Maduro innsettur sum forseti í Venesuela. G7-londini halda ikki, at hann er valbærur til starvið.

Forsetiní Venesuela, Nicolas Maduro og kona hansara Cilia Flores veittra til viðhaldsfólk Mynd. Juan Barreto/AFP/Ritzau Scanpix

Uttanríkisráðharrarnir í G7-londunum tóku í gjár frástøðu frá, at Nicolas Maduro varð settur í starv sum forseti í Venesuela.

Tey halda ikki, at Maduro hevur demokratiskan legitimitet at vera forseti í landinum.

- Vit taka frástøðu frá framhaldandi og kúgandi takinum hjá Maduro á valdinum, sum er fyri rokning hjá fólkinum í Venesuela, sum atkvøddi fyri broytingum á valinum 28. juli, skriva uttanríkisráðharrarnir í eini fráboðan.

G7 er ein samgonga við sjey av heimsins fremstu ídnaðartjóðum. Talan er um Frakland, Týskland, Italia, Japan, Bretland, USA og Kanada.

Samgongan fordømir eisini kúgan av andstøðuni, sum hon heldur fer fram í suðuramerikanska landinum.

Forsetavalevnið hjá andstøðuni á valinum í Venezuela í juli, Edmundo González Urrutia, hevur verið í útlegd síðan september.

- Í einum fólkaræði eigur eingin politiskur leiðari at verða noyddur at leita sær friðskjól uttan fyri heimlandið, skriva uttanríkisráðharrarnir í fráboðanini.

 

/Ritzau/

 

 

Forsetiní Venesuela, Nicolas Maduro og kona hansara Cilia Flores veittra til viðhaldsfólk Mynd. Juan Barreto/AFP/Ritzau Scanpix