Samfelag okkara er skipað við lógum og reglum, mannagongdum og kærumøguleikum.
Hesi eru bara til fortreð hjá Kára Mortensen, umhvørvisaktivisti á Umhvørvisstovuni.
Í reinum Dalton stíli skjýtur hann frá hoftini eftir øllum sum ikki vilja líða hansara vilja, og leggja alla náttúru í oyði fyri at seta vindmyllurskrímsl upp á hvørja herðu í Føroyum.
Kári Mortensen leggur ómenniskjaligt trýst á Yvirfriðingarnevndina, at hendan nevndin nú skal hava ábyrgdina av at vit koma at brúka olju fyri fleiri 100 mió kr meiri enn neyðugt.
Men Kári Mortensen og Ari Jóhannesson skulu hyggja inneftir í hesum máli, og sjálvir víst rættstundis umhugsni.
Um Orka fór til Yvirfriðingarnevndina við málinum áðrenn vindmyllulundin bleiv bjóðað út og givin einum aktøri, hevði Orka greitt fingið at vita hvørji atlit skuldu takast til náttúru, djór og fólk á staðnum.
Men hesir umhvørvisaktivistarnir á Orka tíma betri at brúka buldosara metodur.
Og teir røkka øgiliga langt inn, m.a inn í fólkaræðisligu skipanir okkara.
Sjálvur eri eg kommunustýrislimur á Sandi.
Í summarferiuni vóru vit kallaði inn at viðgera broyting í byggisamtyktini, so at tann sum vann útboðið í Klivaløkshaganum ikki skuldi bíða, tí so bleiv hann skumpaður afturum í køini at fáa vindmyllur frá veitaranum.
So kommunustýrið samtykti við minst møguligum meirluta, eftir trýsti frá myndugleikum og vinnandi aktørinum, at broyta byggisamtyktina, so at til bar at seta vindmyllur upp í Klivaløkshaga.
Og ikki nokk við tað.
Hoyringsfreistin varð stytt niður í 1 viku. EINA VIKU!!!!
Og hetta hevur Løgmálaráðið góðtikið.
Hoyringsfreist á eina viku, í summarferiutíð.
So hesir aktivistarnir røkka langt, men enn standa nakrar fólkaræðisligar súlur uppi, m.a Yvirfriðingarnevndin.
Men neyvan við vælsignilsi frá Orku.
Brandur Sandoy, Sandur