Garðagøta skal nú gerast

- Í Vestmanna eru ikki færri enn 28 gøtur. Nakrar av gøtunum vórðu dagførdar í fjør og fyrraári, og í ár verður enn ein gøta gjørd

Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag.

 

Í farnu setu samtykti tekniska nevnd eina langtíðarætlan yvir gøturnar í Vestmanna.

 

- Í ætlanini varð staðfest í hvørjum standi, hvør gøta var og í hvørjari raðfylgju, tær skuldu umvælast.

 

Í Vestmanna kommunu siga tey, at hildið hevur verið fast í hesari raðfesting, og nú er túrurin komin til Garðagøtu. Garðagøta, sum gongur úr Garðatúni oman á Toftaveg, er í sera ringum standi.

 

- Tí verður gøtan nú grivin upp og gjørd av nýggjum - við nýggjum undirlagi og asfalti. Longdin á gøtuni er beint omanfyri 100 metrar.

 

Tá Garðagøta er liðug, eru allar gøturnar umvældar, har størri arbeiði krevst.

 

- Síðani verður farið undir tær gøturnar, ið krevja smærri umvælingar og viðlíkahald - eftir somu langtíðarætlan, verður lagt aftrat.