Fríðrikur kongur hevur verið í Grønlandi síðani mikudagin. Í dag varð boðað frá telduálopum móti grønlendskum heimasíðum. - Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Grønlendskar heimasíður undir álopi

Undir sokallaðum DDoS álopum verða heimasíður ella net ovurtrýst, soleiðis at tey kanska ikki eru atkomilig

Fríðrikur kongur hevur verið í Grønlandi síðani mikudagin. Í dag varð boðað frá telduálopum móti grønlendskum heimasíðum. - Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Í løtuni eru net-álop - sonevnd DDoS-álop - móti grønlendskum heimasíðum.

Tað upplýsti danska Styrelsen for Samfundssikkerhed seinnapartin fyri Ritzau.

– Vit fylgja væl við støðuni og eru í áhaldandi samskifti við avvarðandi myndugleikar í Danmark og Grønlandi um aktuellu álopini, skrivar stovnurin í skrivligari viðmerking.

Tá vit tosa um DDoS álop, merkir tað, at onkur roynir at yvirbelasta heimasíður ella netverk, soleiðis at tey ikki virka ella kunnu fáast atgongd til.

Styrelsen for Samfundssikkerhed upplýsir ikki, hvørjar heimasíður talan er um.

Russiski teldusníkabólkurin NoName057(16) hevur tikið ábyrgdina av telduálopunum móti grønlendsku heimasíðunum. Tað sæst á einum forum hjá bólkinum á krypteraður síðuni Telegram, skrivar TV 2.

Í hesum sambandi skrivar bólkurin, sambært TV 2, at álopini eru framd sum hevnd fyri, at Danmark hevur latið jagaraflogfør til Ukraina.

NoName057(16) hevur verið virkið síðani mars 2022 og fremur ofta DDoS álop móti myndugleikum og fyritøkum í NATO londum og øðrum evropeiskum londum, sum verða mett at vera ímóti russiskum áhugamálum.

Í november í fjør stóð teldusníkabólkurin eisini aftanfyri álop á heimasíður hjá donskum kommunum og ráðum, tá kommunuval var.

DDoS-álopini fara fram, meðan Fríðrikur kongur er í Grønlandi. Kongur hevur verið har síðani mikudagin. Hann kemur heim aftur seinni í dag.

Vitjanin hjá konginum fer fram eftir ein strævnan januar fyri Danmark, Grønland og Ríkisfelagsskapin, tí amerikanski forsetin, Donald Trump, endurtók sítt ynski um at eiga Grønland, og tí hann hesaferð setti meira ferð á retorikkin.

Málið hevur fylt nógv í toppinum í donskum politikki meginpartin av árinum, men seinastu vikurnar hevur verið friðaligari. Kongurin hevur fylgt við frá síðulinjuni.

– Trivnaðurin hjá grønlendska fólkinum hevur stóran týdning fyri meg. Tað hevur altíð havt, og tað fer hann altíð at hava, segði kongur fyri tveimum døgum síðani, tá hann var komin til Nuuk.

15 ára gomlu tvíburðarnir hjá Fríðriki kongi og Mary drotning, Vincent prinsur og Josephine prinsessa, hava bæði grønlendsk nøvn. Triðja navnið hjá Vincent prinsi er Minik. Triðja navnið á Josefinu prinsessu er Ivalo.

 

/Ritzau/

 

Fríðrikur kongur hevur verið í Grønlandi síðani mikudagin. Í dag varð boðað frá telduálopum móti grønlendskum heimasíðum. - Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix