Garnaskip hava brúkiligan fiskiskap

- Fýra garnaskip fiska ávikavist svartkalva og havtasku, og øll skipini koma inn at landa í næstu viku.

Fýra partrolarapør fiska upsa og annan hvítfisk, serliga tosk og longu, men fiskiskapurin eftir upsa er smáligur.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tveir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva, og ein fiskar kongafisk. 

 

Havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, er á Føroyabanka og ger heyst yvirlitstrolingar.

 

- Vit rokna við, at allir ísfiskatrolararnir koma inn at landa í næstu viku. 

 

Lagt verður aftrat, at ein frystitrolari eisini fiskar svartkalva í Eysturgrønlandi.

 

Av teimum smáu trolbátunum, er ein á landleiðini, og tveir eru norðanfyri. 

 

- Trolbátarnir fáa eina blanding av toski, hýsu og flatfiski. Allir koma inn at landa í næstu viku.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku.

 

- Skipini hava brúkiligan fiskiskap, og øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.