Ein gekkaspælari á Eiði var heppin at vinna stóra eykavinningin í Gekkinum í kvøld, ein Mazda-bil, sum hevur eitt virði upp á 191.000 krónur.
Lis Larsen legði bilin í tann gula gekkin, og fór í holt við snara. Fyrstu ferð steðgaði pinnurin á 10.000 krónum, men tað var ikki nóg mikið. Aðru gekk júst sum tað skuldi, og pinnurin steðgaði á gula gekkinum, og bilurin fór endaði á Eiði.