General Motors hevði stórar ætlanir um elbilar, men satsar nú aftur meira upp á stórar bensin- og dieselbilar. Myndin vísir ein Chevrolet Silverado el-pickup. (Savnsmynd: Matthew Hatcher/Ritzau Scanpix)

General Motors satsar aftur upp á bensin- og dieselbilar

Amerikanski bilframleiðarin General Motors (GM) hevur hækkað væntanirnar til úrslitið fyri árið, eftir at felagið fekk eitt betri enn væntað roknskaparúrslit í øðrum ársfjórðingi

General Motors hevði stórar ætlanir um elbilar, men satsar nú aftur meira upp á stórar bensin- og dieselbilar. Myndin vísir ein Chevrolet Silverado el-pickup. (Savnsmynd: Matthew Hatcher/Ritzau Scanpix)

Samstundis vísir roknskapurin, at sølan av stórum bensinriknum pickupum og SUV-bilum er vaksin, meðan sølan av elbilum er fallin niður um helvt samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

General Motors hevði áður stórar ætlanir um at leggja framleiðsluna um til elbilar. Men eftir at Trump-stjórnin tók burtur stuðulin til elbilar, hevur felagið broytt kós og minkað um grønu íløgurnar.

Hóast sølan av bilum á heimamarknaðinum fall fýra prosent í seinasta ársfjórðingi, vaks umsetningurin tvey prosent upp í 47,1 milliardir dollarar.

Rakstrarúrslitið endaði á nærum fýra milliardum dollarum, sum var betri enn væntað. Tí væntar General Motors nú, at rakstrarúrslitið fyri alt árið verður millum 14 og 16 milliardir dollarar.

Kósskiftið hevur tó kostað teimum dýrt.

General Motors hevur skrivað milliardavirði niður á verksmiðjum, sum upprunaliga skuldu framleiða elbilar. Nakrar av teimum eru nú bygdar um til framleiðslu av bensinbilum.

Samstundis hevur tollstríðið hjá USA eisini rakt felagið, sum framleiðir nógv í Kanada og Meksiko og flytur lutir tvørtur um markið.

Felagið hevur tó fingið umleið 500 milliónir dollarar aftur í tolli, eftir at amerikanski hægstirættur staðfesti, at revsitollurin, sum Donald Trump kunngjørdi í apríl í fjør, var í stríð við amerikonsku grundlógina.

General Motors er størsti bilframleiðari í USA og eigur bilmerkini Chevrolet, Buick og Cadillac.