- Eg sakni eitt feitt tónleikatiltak á ólavsøku

Michael Antony Charles Johannesen minnist serliga ólavsøkuna í 2014, tá hann fekk eitt óttaherðindi niðri á Vágsbotni

Fert tú á ólavsøku í ár? 

 

- Ja, tað fari eg, og sum so nógv onnur ár fari eg í arbeiðsklæðini á ólavsøku.

 

Tað sigur Michael Antony Charles Johannesen.

 

Plagar tú at vera á ólavsøku? 

 

- Eg vil helst vera heima ella arbeiða.   

 

Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?

 

- At vera saman við vinfólkum og familju.

 

Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?

 

- Eg sakni eitt feitt tónleikatiltak við elektroniskum tónleiki. 

 

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?

 

- Eg minnist serstakliga ólavsøkuna í 2014, har eg fekk eitt óttaherðindi niðri á Vágsbotni, sum enn ávirkar meg, tá ólavsøkan nærkast.

 

Og Michael Antony Charles Johannesen leggur aftrat:

 

- Men áðrenn tað vóru tað nógvar stuttligar ólavsøkur saman við vinmonnunum úr Skopun, tá man var tannáringur.