Generaliseringar

Kappingarneyti okkara á Smyrilsvegi er júst farin í holt við eina greinarøð, har teir tosa við teir ungu stjórar, ið eftir teirra tykki stýra landinum í dag. Vit heilsa hesari greinarøð vælkomnari, og ivast ikki í, at nógv áhugavert verður at lesa í røðini, eftirsum tosað verður við nógvar áhugaverdar persónar. Spurningur kann tó setast við, um rætt er at fáa persónslistan at síggja út sum ein úttømandi lista yvir teir, ið hava vald í Føroyum í dag. Eisini kundi man spurt, hví hægsti almenni stjóri, ið er í sama aldursbólki, sum stjórarnir í greinarøðini ikki er við. Løgmansstjórin er útyvir at vera í sama aldursbólki eisini kvinna. Dimmalætting hevur ikki nakra kvinnu við í kavalkaduni, hóast eitt nú eisini Almannastovan og Ferðaráðið hava kvinnuligar stjórar.

Ættarlið vilja altíð innihalda gullkorn eins væl og tað øvugta. Muran er ymisk frá persóni til persón í dag eins og fyrr - eisini millum stjórar. At generalisera ov nógv er ongantíð gott. At lítið skil var á øllum fyrr, og nú knappliga visiónir fyri fyrstu ferð nakrantíð stinga seg upp við nýggjum stjórum er milt sakt ein generalisering. Summi feløg, ið verða nevnd í greinarøðini í Dimmalætting, vóru als ikki stovnað í áttatiárunum. Heldur ikki hevur raksturin á øllum fyritøkum bilað nakað í áttatiárunum og heldur ikki síðani, hóast nógv ivasom projekt, ið spentu líka frá kioskum til verksmiðjutrolarar, vóru gjøgnumførd í hesum tíðarskeiði. Spurningurin er, um man endiliga skal tosa um ættarlið, um eitt ávíst ættarlið av tíðindafólki ikki er vorðið ov »áttaticentriskt«, soleiðis at skilja, at man avmarkar seg sjálvan til at síggja upprunan til alt ilt í samfelagnum í einum ávísum, søguliga sæð, ógvuliga avmarkaðum tíðarskeiði. Nógv mistøk vóru framd í 80?unum, men ikki alt, ið gjørt var, vóru mistøk.


Tá roynt verður at knýta unga ættarliðið av stjórum saman við fólkakrøvum og fullveldi, so verður eftir okkara tykki generaliserað ov nógv, og heldur lætt verður farið um ávísar lutir. At landstýrismaðurin í fullveldismálum skal standa einsamallur sum eksponentur fyri allar teir ungu stjórarnar og verður nevndur »yngstur av teimum øllum« er heldur tendensiøst, tá hugsað verður um, at ein tann tyngsti landstýrisposturin við sera stórari ávirkan er mannaður av einum uppaftur yngri manni, ið ikki verður nevndur í greinini í Dimmalætting. Onkur vil enntá halda, at yngsti er tyngsti í Tinganesi.


Greinarøðin um ungu stjórarnar verður ivaleyst áhugaverdur lesanður, bert vit hava í huganum, at tosað verður við eitt úrval av yngra ættarliðnum av stjórum, ið eru komnir framat undir sera ymiskum umstøðum. Summir til búgvið borð og aðrir til tað øvugta. Erfaringsgrundarlagið er framúr gott hjá summum og kanska heldur mangulfult hjá øðrum. Summir undirvurderaðir og aðrir yvirvurderaðir. Í stuttum eru menninir í yngra ættarliðnum ivaleyst líka ymiskir sum ættarlið flest. Tað er ? fyri at brúka eitt orð, sum er uppi í tíðini ? heldur óseriøst at pilka ein politikkara út ímillum aðrar úr sama ættarliði og seta hann einsamallan sum ein eksponent fyri eitt heilt ættarlið av stjórum.


Eitt vælmeint ráð til kappingarneytan á Smyrilsvegi kundi verið at hildið áfram við skilagóðum greinarøðum sum hesari seinastu, men kanska átti at verið generaliserað í heldur minni mun. Sum ein fransmaður segði á sinni: Generaliseringar eru vandamiklar ? eisini hendan.