Ger tína skyldu - og krev síðani tín rætt

Í nýggjársrøðu síni vísti løgmaður á hetta slagorð fyri at vísa á, at neyðugt er við fleiri nýskipanum.

Tó fyri at framtíðartryggja vælferðarsamfelagið er tað tó ein grundleggjandi fortreyt at politiska skipanin sjálv velur at halda altjóða skyldur sínar á skipaðan hátt.

 

Nú er støðan tann, at fyri at tosað um eitt vælferðarsamfelag, skulu øll verða tikin við á líka fót. Tá eg sat og lurtaði eftir røðuni, hugsaði eg, hvat fyri skyldur skulu fólk, ið bera brek, uppfylla fyri at fáa somu sømdir og rættindi sum onnur, og um politiska skipanin sjálv heldur skyldur sínar.

 

Umframt at vit sum menniskju hava somu íbornu tign, gjalda vit øll eisini skatt umvegis skattaskipanina til allar tær skipanir, ið onnur eisini gjalda til. Fyri okkum á brekøkinum gongur tað tó rættiliga strilti at fáa handhevja lógarfest rættindi til allar borgarar í landinum.

 

Sum forkvinna í MEGD vísti eg í lesarabrævi 30. desember á, at til dømis nakað so sjálvsagt sum at hava atkomuliga sendingar í Sjónvarpinum, ikki er ein rættur, ið vit hava, hóast vit øll gjalda kringvarpsgjald á líka fót við onnur gjøgnum skattin. Mong onnur líknandi dømi eru, har fólk, ið bera brek, lúka sínar skyldur, men har javnrættindi ikki verða tryggjað, eitt nú innan almannaøkið, heilsuøkið, útbúgvingarskipanina og á arbeiðsmarknaðinum.

 

Nú mann tosar um nýskipanir, kundi eg tí hugsað mær at vita, um mann ætlar at virða almennu skyldurnar sambært altjóða brekrættindasáttmálanum, grein 4, og taka MEGD og limafeløgini við upp á ráð, ímeðan hesar nýskipanir verða orðaðar? Soleiðis kunnu vit saman bæði avmarkað óneyðug afturstig og møguliga tryggja menning í vælferðarskipanum.

 

Ella ætlar mann at gera sum vit upplivdu í samband við fíggjarlógina fyri 2026, har mann í skundi rættiliga tilvildarliga ger grundleggjandi broytingar við at flyta umlættingina frá Frítíðarheiminum í Havn til Sandoy, og bú- og umlættingarstovn á Sandi til Skálagarð í Klaksvík. Eitt sokallað sparitiltak, sum at síggja til ikki helt lógarfestar skyldur sambært almannalógini, fyrisitingarlógini og breksáttmálanum. Eingin varð spurdur, hoyrdur ella tikin við uppá ráð, áðrenn hetta varð sett í verk, og neyðugar sosialfakligar ella fíggjarligar greiningar ella kanningar vórðu ikki gjørdar.

 

Um hetta verður arbeiðslagið, verður Føroyar við tíðini eitt munandi verri land at búgva í fyri fólk, ið bera brek, og sannlíkt er at vælferðarsamfelagið verður niðurlagað.

 

Løgmaður leggur dent á skyldur fram um rættindi, men tykist ikki at taka atlit til tær skyldur, ið  politiska skipanin sjálv hevur sambært altjóða brekrættindasáttmálanum. Um stýrt verður beint í stríð við galdandi løgtingslógir og í stríð við altjóða mannarættindaskyldur, verður helst ógjørligt at framtíðartryggja vælferðarsamfelagið. Vit eiga at flyta okkum frá at einans stýra við støði í peningarligum atlitum, sum t.d. BTÚ, og fram móti meiri fjølbroyttari og framkomnari stýring.

 

Hóast brekrættindanevndin bæði í 2024 og heilt aftur til 2014 hevur víst á at tað er neyðugt at mann ger eina langtíðar brekpolitiska ætlan – ella vælferðarætlan – er einki hent enn. Ein slík langtíðarætlan kundi ásett neyðug mál, fígging, indikatorar og arbeiðslag, og sostatt verið eitt haldgott grundarlag til at menna vælferðarsamfelagið, og har neyðug atlit verða tikin til at fremja fíggjarligar tillagingar.

 

Eins og seglskip kunnu fáa framdrift í ringum veðri, væl at merkja um stýrt verður rætt, ber helst til at tryggja framburð og menning, hóast tíðirnar eru truplar.

 

Vit eru øll við til at byggja land og gjalda til allar tær skipanir, ið eru í okkara landi, men tíverri manglar vit enn at síggja, at politiska skipanin sjálv velur at halda egnar skyldur.

 

At enda vil eg ynskja øllum eitt gott og meiri atkomuligt ár, har fólk, ið bera brek, veruliga verða tikin við á jøvnum føti við onnur.

 

 

 

Vegna MEGD

 

 

 

Ása Olsen, forkvinna