Júst sum øll hini føroysku liðini, so hevur NSÍ takkað fyri seg í Evropa á hesum sinni. Farna hósdag tapti NSÍ 0-2 á heimavølli ímóti hvítarussiska Shakhtyor Soligorsk, og í gjár gekk tað síðani heilt galið, tá ið Soligorsk á heimavølli vann heili 5-0 ímóti NSÍ. Harvið tapti NSÍ 7-0 samanlagt.
Danski venjarin hjá NSÍ, Anders Gerber, sigur, at hvítarussiska móstøðuliðið spældi væl betur í hesum dystinum, enn tað gjørdi í fyrra dystinum á Svangaskarði.
- Vit spældu ímóti einum liði, sum var nógv betri enn tað, ið vit spældu ímóti á heimavølli. Harafturat spældu vit ikki líka væl, sum vit gjørdu á heimavølli. Tó haldi eg, at vit spældu væl í seinna hálvleiki, men tað hjálpir onki, tá ið vit lata heili trý mál inn síðstu 10 minuttirnar, sigur Anders Gerber í samrøðu við in.fo.
Hálvleiksstøðan í dystinum í gjár var 2-0, og seinastu tríggjar minuttirnar skoraði Soligorsk heili trý mál, so endaliga úrslitið gjørdist 5-0.
Anders Gerber staðfestir, at Shakhtyor Soligorsk er eitt betri lið enn NSÍ, men hann harmast um, at munurin á liðunum gjørdist so stórur.
- Tað er tó ógvuliga keðiligt, at vit tapa heili 7-0 samanlagt. Tað er ikki nóg gott, sigur Anders Gerber at enda.
Ferðalagið hjá NSÍ er í løtuni á veg heim aftur til Føroya eftir avsmurningin í Hvítarusslandi.