Gestirnir hava verið friðarligir

Fótbóltssambandið hevur ikki fingið ein fyrispurning frá bosniarunum, ið skuldu koma í Vágar seinnapartin í gjár

Øll minnast aftur á, hvussu tað gekk, tá HB fyri seks árum síðani skuldi spæla í Europa Cup á heimavølli móti lettiskum liði, ið ongantíð kom til Føroya.

Bosniska landsliðið kom í Vágar klokkan 15 seinnapartin í gjár, og harvið er greitt, at dysturin verður í kvøld, soleiðis sum tað er ásett.

Men tá bosniska ferðalagið, sum tilsamans telur 41 fólk, lendi í Vágum, vóru tað nógvir spurningar, ið skuldu takast upp og greinast út.

? Tá okkara lið fer aðrastaðni at spæla, royna vit altíð at fáa fyrireikingarnar frá hondini í góðari tíð. Hetta verður fyri ein stóran part gjørt í samstarvi við fótbóltssambandið, sum er vertur hjá okkum. Eftir áheitan frá okkum syrgja teir fyri, at vit fáa venjingarvøllir og venjingartíðir, og at onnur praktisk viðurskifti eru í lagi, og um talan er um eitt pláss, har vit ikki hava verið áður, so spyrja vit okkum fyri, soleiðis at vit fáa greiðu á, hvussu tingini hanga saman, eitt nú hvat ferðingartíðini viðvíkur.

Hetta sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum. Tá vit tosaðu við hann í middegi í gjár, vóru fleiri ósvaraðir spurningar í sambandi við vitjanina.

? Vit hava hoyrt millum lítið og einki úr Bosnia. Teir hava boðað frá, at teir ynskja at venja á Svangaskarði klokkan sjey í kvøld og aftur fyrrapartin í morgin klokkan tíggju. Um teir vilja, at hetta skal vera soleiðis, so fara vit ikki at leggja teimum forðingar í vegin fyri tí, men spurningurin er, um hetta fer at lata seg gera. Teir lenda klokkan trý, og av tí at strandferðslan leggur onkran túrin burturímillum um Vestmannasund seinnapartin, so ber tað teimum ikki til at koma tvørturum fyrr enn í fyrsta lagi klokkan fimm, og so er spurningurin, um teir ætla sær til Havnar fyrst, ella um teir ætla sær beinleiðis á Svangaskarð. Tá teir hava verið á Svangaskarði í kvøld, verður spurningurin, um teir ynskja at fara inn aftur fyrrapartin í morgin. Teir hava ikki spurt um ferðingartíðina, men tað verður sjálvandi upp til teir at gera av, hvat teir vilja. Hetta er bara nakað nógv øðrvísi, enn tað plagar at vera, staðfesti Ísak Mikladal á middegi í gjár.

Og so kunnu vit bara staðfesta, at hóast kommunistisku einaræðini í Eystureuropa eru farin fyri bakka fyri fleiri árum síðani, so tykist tað sum um hugurin og evnini at samskifta við onnur ikki er serliga nógv broyttur.