Sosialurin, Dimma, Norðlýsið og allir portalarnir. Hvussu nógv fólk arbeiða har? Tíverri so fá, at tey kunnu teljast á einari hond. Miðlalandslagið í Føroyum hevur tað trupult, fyri ikki at siga, at tað er í knúsi.
So er tað Kringvarpið, har eg arbeiddi frá 2001 til 2004 og aftur frá 2019 til nú. Ein niðurpíndur stovnur. Tað hevur verið vanligt, at tað hevur staðið illa til. Men nú er alt miðlalandslagið niðurbrænt. Tað finnast ikki journalistar til uppgávurnar. Nú er støðan álvarsligari enn áður.
Tá eg byrjaði í Sjónvarpinum í 2001, tá vóru Sjónvarpið og Útvarpið hvør sínir stovnar. Teir kappaðust um besta og skjótasta journalistikkin. Nakað, sum var sunt og gott. Harumframt høvdu vit sterku avísirnar Sosialin og Dimmalætting. Hesi fýra kappaðust um dugnaligu arbeiðsmegina, og tað rak í stórum stíli ímillum. Nakað, sum var gott. Tú kundi finna annað miðlastarv og miðlarnir kundu fáa tey, sum hóskaðu til teirra profil.
Í dag er deytt
Nú arbeiða fá á privatu miðlunum og Kringvarpið søkir umaftur og umaftur eftir journalistum. Tey, sum koma í starv, halda starvsumstøðurnar vera út av lagi vánaligar. Nakað, sum ger tað upp aftur truplari at vera journalistiskur vakthundur.
Leiðslurnar, bæði í privata og í almanna miðlalandslagnum, royna umskipanir, men tað eru so fáir pengar og so fá fólk í skipanini, at tað ber ongan veg.
Ristið posan
Politikarar siga seg vilja styrkja miðlalandslagið og hava roynt seg við miðlastuðuli og hækkaðum Kringvarpsgjaldi. Hesi tingini hava tó ikki øll verið nóg væl umhugsað, og hava tí ikki riggað.
Tí mæli eg til, at posin verður ristur av nýggjum. Ikki fyri at brúka eina rúgvu av pengum, men fyri at styrkja fólkaræðisligu røddina í Føroyum. Og tað ber til, um man hugsar seg um.
Miðlaskattur
Mítt uppskot er, at politikararnir avtaka kringvarpsgjaldið og í staðin áseta eitt heilt nýtt gjald, sum eisini fer til tey privatu. Hetta uppskotið merkir eisini, at politikararnir skulu avtaka miðlastuðulin.
Gerið heldur ein veruligan miðla- ella kunningarskatt, sum øll yvir 18 ár gjalda til. Hesin miðlaskattur skal fara bæði til privatu miðlarnar og til Kringvarpið. Hugsi, at okkurt um 75 prosent kundu farið til Kringvarpið og restin til privatu miðlarnar.
Sjálvsagt skuldu privatu miðlarnir uppfylt onkrar frammanundan ásettar public service treytir, fyri at fingið lut í hesum. Men miðlastuðulsnevndin skuldi avgjørt ikki sitið og verið yvirredaktión ella smakksdómarar.
Alment partafelag
Nakrir av høvuðstrupulleikunum hjá Kringvarpinum eru, at útgerðin er avoldað og fer í heilum. Nakað, sum hvørt ár ger stór inntriv í fíggjarstøðuna, tí KVF er ein almennur stovnur, sum skal bókføra allar faktiskar útreiðslur í sama ári, sum tær eru hildnar.
Tí er trupult hjá Kringvarpinum at bjóða nakað nýtt og dygdargott. Leggjast skal alla tíðina upp fyri, at útgerð fyri nógvar hundrað túsund krónur helst skal keypast.
Vit skulu tí gera sum í Svøríki og Noreg. Gera Kringvarpið til eitt alment partafelag, sum Mentamálaráðið eigur. Partafelagsnevdin skal vera skipað eins og stýrið er í dag. Soleiðis gera tey í Svøríki og Noregi.
Fyrimunurin við hesum er, at Kringvarpið hevur betur stýr á útreiðslunum. Útgerð kundi verið avskrivað og fokus kundi verið á framleiðslu. Somuleiðis kundið Kringvarpið bygt sítt egna lagur í staðin fyri at leiga frá privatum fyri meira enn lánikostnaðurin til ein banka hevði verið, um KVF bygdi sítt egna lagur.
Vit høvdu fingið meira pengar til framleiðslu, og tað er vónandi tað, ið øll ynskja.
Sterkir privatir miðlar
Við miðlaskattinum, har privatu miðlarnir høvdu fingið pening eftir public service krøvum, høvdu vit eisini fingið sterkari privatar miðlar. Og tað trongja vit til. Í dag er KVF einaráðandi, og tað er ósunt.
Eg vil gjarna hava sterkar privatar miðlar. Sterka kapping og kvalitets upplýsing.
Góðu politikarar. Ikki nørtlist meira við broytingum í miðlastuðlinum. Gevið okkum eina nýggja skipan.
So vera Føroyar ríkari, klókari og fólkaræðið verður styrkt!