Konservativi politiski aktivisturin Charlie Kirk er skotin undir einum kjakfundi í amerikanska statinum Utah.
Tað skrivar Donald Trump, og ein talsmaður fyri Kirk sigur tað við Fox News.
Amerikanski forsetin viðmerkir hendingina á sínum sosiala miðli Truth Social.
- Vit mugu øll biðja fyri Charlie Kirk, sum er skotin. Ein stórur maður frá høvdi til tá. Gud veri við honum!, skrivar forsetin.
Støðan hjá Kirk er ókend. Talsmaður hansara sigur við Fox News, at hann er fluttur á sjúkrahúsið.
NBC News hevur tosað við eitt eygnavitni, Justin Hickens, sum sigur, at hann stóð tætt við Kirk, tá hann sá hann verða skotin.
- Vit hoyrdu eitt hart, hart skot. Eg sá nógv blóð koma úr Charlie. Eg sá kroppin detta eitt sindur aftur og fara at halta. Øll tveittu seg niður, segði Hickens.
Ein talsmaður fyri universitetið í Utah Valley váttar fyri Reuters, at tað hevur verið skottilburður á tiltakinum hjá Charlie Kirk.
Universitetið sigur, at ein illgruni er um, at hann er tikin í varðhald.
Sambært Reuters sigur FBI, at tað hevur neyvt eftirlit við "syrgiliga skottilburðinum, har Charlie Kirk var við á universitetinum í Utah Valley."
Charlie Kirk er 31 ára gamal konservativur aktivistur og pápi til tvey børn. Hann var við til at stovna Turning Point USA, sum var ein almennur felagsskapur fyri ung konservativ.
Hann er eisini kendur politiskur stuðul hjá Donald Trump, og í januar vitjaði hann í Grønlandi saman við Donald Trump Jr.
Kirk er eisini virkin á sosialu miðlunum, har hann hevur næstan sjey milliónir fylgjarar á Instagram.
Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, svaraði skottilburðinum á sosiala miðlinum X.
- Biðið vinarliga fyri Charlie Kirk, einum góðum manni og ungum pápa, skrivaði hann.
Mike Lee, senatorur úr Utah, skrivar á X, at hann fylgir væl við støðuni.
- Vinarliga verið við til at biðja fyri Charlie Kirk og næmingunum, sum eru savnaðir har, skrivar hann.
Utah Valley University, har skottilburðurin fór fram, liggur í býnum Orem. Fleiri enn 40.000 lesandi ganga á universitetinum.
/Ritzau/