– Eg havi alla tíðina sæð tað sum uttan trupulleikar, at Føroyar luttaka sum javnsettur partur við Danmark í Norðurlandaráðnum. Í 50 ár hava Danmark og Føroyar ført sín egna uttanríkispolitikk í mun til ES, sigur Morten Messerschmidt í sambandi við niðurstøðuna hjá grein-6 nevndini, sum heldur, at Føroyar kunnu hava egnan limaskap í heimsheilsufelagsskapinum WTO – og at tað ikki er í stríð við grundlógina.
– Tí hevur tað leingi undrað meg, at stjórnin hevur hildið fast við sína negativu tilgongd til, hvussu grundlógin skal tulkast. Tað havi eg eisini áður skrivað um í Sosialinum, sigur Morten Messerschmidt.
– Eg fegnist um, at stjórnin nú viðgongur tað heilt grundleggjandi. Og eg gleði meg til at sígga føroyskar løgtingslimir í Norðurlandaráðnum sum javnsettar starvsfelagar við okkum í Fólkatinginum.
–Tað er bara nátúrligt, at vit taka hetta stigið. Eg síggi tað ikki sum eina viknan – men sum eina styrkjan – av teimum brøðraligu bondunum milum lond okkara, sigur Morten Messerschmidt, formaður í Danska Fólkaflokkinum.