Eitt gott kvøld hjá Ísaki og Tróndi í svensku steypakappingini

Sävehof vann seg í fjórðingsfinalurnar, og Karlskrona fekk gott útgangsstøðið til seinnu áttandapartsfinaluna

Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof hava vunnið seg í fjórðingsfinalurnar í svensku steypakappingini.

 

Tað eydnaðist Ísaki og liðfeløgunum í kvøld at vinna 35-27 á Malmö á útivølli í seinnu áttandapartsfinaluni. Í steðginum var Sävehof á odda 14-12. Fyrra áttandapartsfinalan í Partille endaði við javnleiki 32-32, so Sävehof vann ein samlaðan 67-59 sigur. Ísak skoraði eitt mál í kvøld.

 

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona spældu í kvøld fyrru áttandapartsfinaluna móti Redbergslid á útivølli í Göteborg.

 

Dysturin endaði við javnleiki 32-32. Í steðingum var heimaliðið frammanfyri 19-15. 

 

Tróndur gjørdist við fimm málum næstbesti málskjúttin hjá Karlskrona.

 

Seinna áttandapartsfinalan verður leikt í Brinova Arena høllini í Karlskrona komandi leygardag klokkan 15.