Petur Zachariasen, lektari í hagfrøði og støddfrøði, gevst nú á Fróðskaparsetrinum, har hann hevur starvast í 40 ár.
Í hesum sambandi verður skipað fyri almennum tiltaki komandi fríggjadagin frá klokkan 14-16 í fyrilestrarhøllini hjá Fróðskaparsetrinum í Jónas Broncksgøtu.
Tiltakið byrjar við framløgum undir heitinum ».fo 20 ár« í sambandi við, at Føroyar vórðu bundnar í internetið í januar 1995.
Skrá fyri framløgur:
Petur Z.: Hey heimur, her eru føroyar!
Sámal Matras Kristiansen, miðnámsskúlalærari: Hvussu læra vit við netinum?
Nicolai M. Balle, stjóri á KT Landsins: Talgilding landsins – enn ein almenn ørvitisverkætlan?
Niels Uni Dam, samskiftisráðgevi: Hvat var verðin uttan facebook?