Vísindi geva okkum vitan – men tey áseta ikkipolitisku kósina

Ein hugleiðing um greinina hjá Herit Albinus í Sosialinumdagfest 26/6-2026.

 

Tað er altíð spennandi at hoyra frá fólki og fáa eitt innlit í, hvatrørist. Ofta fáa vit eina ábending um, hvørji evni fara at seta dámá politiska kjakið komandi tíðina. Vit hava hoyrt nógv um „fólksins ogn“, og nú tykist næsta stóra málið at vera ognarskattur.

 

 

 

Herit Albinus skrivar sjálvandi sum einstaklingur. Kortini er áhugavert, hvussu ávís vinstravend virðisval aftur og aftur verðaløgd fram, sum næstan sjálvsagdar vísindaligar niðurstøður.

 

 

 

Eg eri nýggjur í politikki og kann tí hvørki taka ábyrgd fyri alt, sum er framt seinastu árini, ella verja hvørja politiska avgerð. Alt, sum politiska skipanin fremur, er ikki líka skilagott. Tað er tað sjálvandi ikki. Men tað merkir ikki, at samfelagið er á heiltskeivari kós.

 

 

 

Herit fer víða í greinini. Hon viðger sosialpolitikk, meirvirðisgjald, umhvørvi, bústaðir, ójavna, arbeiðsmarknað, ognarskatt, tilflyting og búskaparliga ráðgeving. Tað verður tíneyðugt at fara víða um í hesi hugleiðing.

 

 

 

Alt kann ikki broytast eftir fáum vikum

 

 

 

Herit byrjar við at staðfesta, at tað eftir fyrstu vikurnar hjánýggju samgonguni er torført at síggja nakað nýtt í politikkinum.

 

 

 

Tað er sjálvandi loyvt at vera ótolin. Men tað er eitt sindursjálvmótsigandi fyrst at lýsa stórar strukturellar trupulleikar, sum sambært greinini eru vaksnir fram í 15–20 ár, og síðani finnast at einari samgongu  ikki at hava loyst teir eftir nakrar fáar vikur.

 

 

 

Politikkur eigur at flyta samfelagið. Men álvarsligar og haldførarbroytingar krevja greiningar, fígging, lógarbeiði og politiskaundirtøku. Tað er ikki altíð tekin um ábyrgd at gera mest møguligt skjótast møguligt.

 

 

 

Meirvirðisgjald og sosialpolitikkur

 

 

 

Herit finst hvassliga at avgerðunum um at lækka ella takameirvirðisgjald av ávísum vørum. Hon hevur ein greiðanbúskaparligan boðskap: Almennar lækkingar av meirvirðisgjaldieru ikki neyvt málrættaðar, tí eisini fólk við høgum inntøkumfáa ágóðan.

 

 

 

Tað er eitt sakligt sjónarmið, sum eg eri samdur við henni í, og eg skal heldur ikki verja øll slík átøk. Tað kann væl vera, at beinleiðis stuðul, skattalætti ella barnafrádráttur í ávísum førumraka neyvari enn ein almenn avgjaldslækking.

 

 

 

Men her verður aftur bert hálv vísa kvøðin.

 

 

 

Málrættaðar veitingar krevja umsiting, reglur, eftirlit og inntøkumeting. Tær kunnu eisini skapa høgan marginalskatt, táfólk missa veitingar, so hvørt sum inntøkan hækkar. Tað kanngera tað minni lønandi at arbeiða meira, sera óheppið fyrisamfelagið.

 

 

 

Harumframt eigur tað ikki altíð at verða lýst sum stuðul, tá taðalmenna velur ikki at taka eina krónu frá borgaranum. Hettarsjónarmiðið, at um tað almenn ikki velur at krevja inn skattir soer tað beinleiðis stuðul. Peningurin er ikki ogn hjálandskassanum, áðrenn hann er kravdur inn. Einavgjaldslækking, so sum lækking av MVG merkir eisini, at borgarin sleppur at varðveita meira av sínum egna peningi.

 

 

 

Herit kann hava rætt í, at ávísar avgjaldslækkingar ikki eru besta sosialpolitiska amboðið. Men tað prógvar ikki, at loysnin altíð er at taka peningin inn og lata politisku skipanina býta hann útaftur. Vit taka valdið frá fólkinum, og lata tað til politiskuskipanina.

 

 

 

Hvat fáa vit fyri peningin?

 

 

 

Herit spyr fleiri ferðir, um vit gera nóg mikið innan sosial-, integratións-, bústaðar- og umhvørvispolitikk.

 

 

 

Men ein grundleggjandi spurningur mangler: “Hvat fáa borgararfyri peningin, sum tað almenna longu brúkar?”

 

 

 

Útreiðslurnar á fíggjarlógini eru nærum tvífaldaðar seinastuárini. Hóast tað verður kjakast nógv um nýggjar skattir, nýggjavgjøld og fleiri almenn átøk, verður nógv minni tosað um, hvørt tænasturnar eru batnaðar samsvarandi.

 

 

 

- Er talið av røktartímum vaksið í sama mun sum játtanirnar?

 

- Eru bíðitíðirnar styttar samsvarandi?

 

- Fáa fleiri borgarar hjálp?

 

- Er góðskan betri?

 

- Ella er ein vaksandi partur farin til umsiting, nýggjarskipanir og størri yvirbygnað?

 

 

 

Sosialpolitikkur eigur ikki bert at verða mátaður í, hvussunógvar milliónir verða játtaðar. Hann eigur at verða mátaður í, hvat borgarin fær afturfyri. Ein kann ikki loysa allar avbjóðingarvið at brúka meira pening. Tað er eisini neyðugt at raðfesta, máta úrslitini og tora at broyta skipanir, sum ikki virka.

 

 

 

Tað undrar meg, at hetta sjónarmiðið so sjáldan verður reist avteimum, sum annars eru skjót at mæla til hægri skattir og størrialmennar útreiðslur. Eg havi áður víst á, at ótarnaðurútreiðsluvøkstur er ein av størstu hóttanunum móti haldførinum, og at eingin hækking av skattum ella tilfeingisgjøldum kannfylgja við, um útreiðslurnar áhaldandi vaksa skjótari eins oghevur verið seinastu árini.

 

 

 

Vísindi ella politiskt virðisval?

 

 

 

Herit vísir til Amartya Sen, Aristoteles og Martin Luther King og heldur, at búskaparfrøðin eigur at taka størri atlit til vald, sosialt rættvísi og ójavna.

 

 

 

Tað kann eg væl taka undir við. Búskapur snýr seg ummenniskju, ikki bara rokniørk. Men hugtøk sum rættvísi, javnrættindi og „tað góða samfelagið“ hava ikki eina einsamallavísindaliga definitión. Tvey fólk kunnu vera fullkomiliga samd um hagtølini og kortini ósamd um, hvat politiskt eigur at verðagjørt.

 

 

 

- Hvussu nógv eigur tað almenna at taka frá einum borgara at lata einum øðrum?

 

- Hvussu nógv persónligt frælsi eiga vit at lata fyri størribúskaparligan javnað?

 

- Hvussu nógv kunnu skattir hækka, áðrenn teir minka umíløgur, arbeiðshug og búskaparvøkstur?

 

- Hvussu stórt vald eigur tað almenna at hava?

 

 

 

Hetta eru ikki bert vísindaligir spurningar. Hetta eru politisk og moralsk virðisval.

 

Vísindafólk hava sjálvandi rætt og skyldu til at leggja vitanfram. Men tá eitt vísindafólk fer frá at lýsa, “hvussu samfelagiðer”, til at áseta, “hvussu samfelagið eigur at vera”, so er viðkomandi eisini farin inn á politiska pallin.

 

 

 

Tað er einki galið í tí. Men so eigur tað eisini at verða nevnt politikkur og ikki ein ófrávíkilig vísindalig niðurstøða.

 

 

 

Fær kapitalurin ov nógv?

 

 

 

Herit tekur kjakið úr Breddanum í mai fram og vísir á, at parturin av virðisskapanini, sum fer til arbeiðsmegina, er minkaður, meðan parturin hjá kapitalinum er vaksin.

 

 

 

Tølini eru áhugaverd, og eg havi ongantíð noktað, at arbeiðsparturin er minkaður lutfalsliga. Men Herit kvøður bert hálva vísu, tá hon lýsir hetta sum eina gongd, har starvsfólkinifáa minni, tí kapitaleigararnir taka meira. 

 

 

 

Tað avgerandi er at skilja og lýsa, hví lutfallið er broytt.

 

 

 

Gongdin er ikki serføroysk. Hon sæst í stórum parti av vesturheiminum, og er væl lýst av eitt nú IMF, OECD og granskarum á MIT. Hettar havi eg eisini áður víst á í lesarabrævi. Høvuðsorsøkirnar eru størri íløgur, automatisering, tøknilig menning og hægri produktivitetur. Føroyskar vinnur eruvorðnar nógv meira kapitaltungar. Milliarda íløgur eru lagdar í skip, smoltstøðir, virkir, maskinur, tøkni, fóðurflakar og automatisering. Tá kapitalurin fyllir nógv meira í framleiðsluni, fær hann sjálvsagt eisini ein størri bókhaldsligan part av virðisskapanini.

 

 

 

Men tað merkir ikki, at arbeiðarin fær minni í krónum.

 

 

 

Samlaða køkan kann vaksa so nógv, at løntakarin fær ein minniprosentpart, men kortini munandi meira í løn mált í krónum enn áður. Eitt einfalt dømi: Fyri umleið hálvari øld síðani kundu 15 mans fara undir Ísland og fiska umleið 315 tons í einari vertíð. Í dag kunnu 15 mans við einum nútímans skipi avreiða umleið3.500 tons á einum túri, sum varar 6 dagar. Vinningurin í krónum hjá manningini er fleirfaldaður. Tað er ikki tí, at menninir arbeiða tíggju ferðir so hart. Tað er tí, at teir hava eittnógv størri og betri framleiðsluamboð, sum krevur risastóraríløgur.

 

 

 

Sjálvandi fær kapitalurin tá ein størri part av virðinum. Men arbeiðarin fær eisini hægri løn, tryggari arbeiðspláss, betri og minni slítandi arbeiðsumstøður. 

 

 

 

Kapitalpartur er ikki tað sama sum pengar í lumman hjá einum eigara

 

 

 

Parturin, sum í tjóðarroknskapinum verður roknaður sum kapitalinntøka, er heldur ikki tað sama sum ein peningaflytingbeinleiðis inn á kontuna hjá einum ríkum eigara.

 

 

 

Kapitalurin skal fíggja:

 

- rentur og kapitalkostnað,

 

- slit og avskrivingar,

 

- nýggjar íløgur,

 

- váða og tap,

 

- eginpening og fíggjarligt mótstøðuføri.

 

 

 

Ein fyritøka, sum til dømis hevur gjørt íløgur fyri 19 milliardirkrónur, og hevur eitt yvirskot á 1 milliard, hevur eitt avkast á umleið 5 prosent. Ein milliard ljóðar nógv, men sæð í mun tilíløguna er avkastið ikki høgt, og fá høvdu tikið henda váðan.Hyggja vit bert at yvirskotinum og ikki at íløguni og váðanum, fáa vit eina skeiva mynd.

 

 

 

Ger politiska skipanin karmarnar ov ótryggar, verða íløgurnarantin ikki gjørdar, ella verða tær gjørdar í øðrum londum. Támissa vit framleiðslu, arbeiðspláss, lønarskatt, partafelagsskatt, meirvirðisgjald og avleitt virksemi.

 

 

 

Uttan íløgur fáa vit ongan varandi produktivitetsvøkstur. Uttanproduktivitetsvøkstur fáa vit heldur ongan varandi lønarvøksturog einki sterkt grundarlag undir vælferðini.

 

 

 

Eru Føroyar eitt sera ójavnt samfelag?

 

 

 

Herit hevur rætt í, at Gini-talið ikki sigur alt. Tað mátar fyrst ogfremst býtið av inntøkum og ikki alla ognina. Men tað merkirikki, at Gini-talið er týdningarleyst.

 

 

 

Føroyska Gini-talið var umleið 22 í 2024, meðan tað danska var umleið 32. Tað vísir, at tøka inntøkan er munandi javnari býtt í Føroyum enn í Danmark og nógvum øðrum londum. Taðsamsvarar illa við myndina av Føroyum sum einum serligaójøvnum samfelagi, har vanligi løntakarin verður alsamt meirakroystur. At vit ikki hava fullfíggjað hagtøl um ognarbýtið, er eitt gott argument fyri at fáa betri hagtøl. Mest sannlíkt fara hesihagtøl síðan at verða brúkt til at føra fram sjónarmið um hægriskattir.

 

 

 

Men manglandi hagtøl eru ikki prógv fyri, at stórur ognarójavnier til staðar. Og tey eru als ikki prógv fyri, at ognarskattur er rætta loysnin.

 

 

 

Ognarskattur kann raka heilt skeivt

 

 

 

Herit rør fram undir, at Føroyar eiga at leggja skatt á ognir, herundir egnan bústað.

 

 

 

Eisini her er veruleikin meira samansettur. Føroyska bústaðar- og ognarmynstrið er ikki tað sama sum í øllum øðrum londum. Nógv føroysk húski hava brúkt ein stóran part av arbeiðslívinum at afturgjalda skuldina í húsinum. Summi hava eisini arvaðbústaðin tey búgva í. Tá tey gerast pensjónistar, kunnu tey eigaeitt hús, sum á pappírinum hevur stórt virði, men tey hava einalítla mánaðarliga inntøku.

 

 

 

Húsið gevur teimum ikki eina kontanta inntøku ella pening á bók hvønn mánað. Tað er heim teirra. Leggja vit ein árliganskatt á hesa ogn uttan munagóð undantøk ella útsettagjaldsskipan, kann ein pensjónistur verða noyddur at selja síttheim fyri at rinda skatt av einari virðishækking, sum viðkomandiongantíð hevur fingið útgoldna. Einum húsum, sum eru bygd viðlongu skattaðum peningi?

 

 

 

Er tað sosialt rættvísi?

 

 

 

Ein ognarskattur kann eisini raka vanligar barnafamiljur í økjum, har húsaprísirnir eru hækkaðir, hóast inntøkan hjáfamiljuni ikki er hækkað samsvarandi.

 

 

 

Samstundis er tann veruliga stóra ognin ofta nógv meira flytførenn eini sethús. Kapitalur, virðisbrøv og fyritøkur kunnu flyta, skipast øðrvísi ella leggjast undir útlendsk feløg. Húsini hjápensjónistinum og barnafamiljum standa eftir og verða løtt at skatta.

 

 

 

Tað er ikki vist, at úrslitið verður, at teir ríkastu rinda. Úrslitiðkann verða, at vanligi húsaeigarin rindar.

 

 

 

Vilja vit loysa bústaðartrupulleikan, eiga vit fyrst og fremst at økja útboðið, stytta byggimálsviðgerðina, gera tað lættari at byggja og skapa greiðar karmar fyri langtíðarleigu. Ognarskatturskapar ikki í sjálvum sær eitt einasta nýtt heim til tey veikastu, heldur øvugt. Tey hava ognarskatt í Keypmannahavn ogbústaðarneyð, so ognarskattur er ikki ein einføld loysn. Eitt eruvit bæði tó samd um, og tað er, at avmarkingar muga og eiga at setast á stutttíðar leigu, tað ongantíð ov skjótt.

 

 

 

Rættvísi millum ættarlið

 

 

 

Herit skrivar, at vit ikki hava eitt rættvíst samfelag, um komandiættarlið skulu rinda fyri tær avgerðir, sum vit taka í dag. Har eruvit eisini samd.

 

 

 

Men júst tí er tað skeivt at halda, at hægri almennar útreiðslur í dag altíð eru tað sama sum meira vælferð og rættvísi. Eg havi í nógv ár mælt til eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum tálmarútreiðsluvøkstrinum í góðum tíðum og tryggjar, at ein partur av óvanligum inntøkum verður lagdur til síðis. 

 

 

 

Vit eiga ikki at brúka allan vøksturin í almennu inntøkunum, so skjótt inntøkurnar er staðfestar. Við hesum atburði standa vit viðstórum, fastløstum útreiðslum, tá verri tíðir koma. Vit noyðast at skera niður, júst tá borgararnir hava mest brúk fyri tryggleika. Hetta snýr seg ikki um at niðurraðfesta vælferðina. Tað snýr seg um at tryggja, at vit eisini hava ráð til hana um 20 og 30 ár. 

 

 

 

Rættvísið millum ættarlið merkir eisini, at pensjónsskipanin máfylgja við, tí vit liva longri og longri. Samstundis eigur skipaninat taka hædd fyri teimum, sum byrjaðu ung at arbeiða og hava havt eitt langt og kropsliga krevjandi arbeiðslív.

 

 

 

Tað er sosialt rættvísi, sum eisini er fíggjarligt haldføri.

 

 

 

Tilflyting og integratión

 

 

 

Herit skrivar, at vit ikki hava eitt javnt samfelag, um vit ikkivirka fyri javnbjóðis møguleikum hjá tilflytarum og einummunagóðum integratiónspolitikki.

 

 

 

Sjálvandi skulu fólk, sum lógliga búgva og arbeiða í Føroyum, viðgerast virðiliga og rættvíst. Vit hava eisini tørv á útlendskariarbeiðsmegi, og skipanin fyri arbeiðs- og uppihaldsloyvi eigur at vera skjótari, greiðari og lættari at umsita.

 

 

 

Men tað er bláoygt at halda, at øll tilflyting sjálvvirkandi endarvið væleydnaðari integratión, bara samfelagið setur nóg nógvátøk í verk. Royndirnar úr Danmark og øðrum evropiskumlondum vísa, at tað er stórur munur á, hvussu ymiskirtilflytarabólkar klára seg. Tølini, sum eg áður havi víst til fráDanmarks Statistik og Integrationsbarometrið, vísa millumannað, at arbeiðsluttøkan hjá monnum úr MENAPT-londumhevur ligið umleið 20 prosentstig lægri enn hjá monnum viðdonskum uppruna. Hjá kvinnum er munurin eisini umleið 20 prosentstig. 

 

 

 

Sambært teimum somu donsku hagtølunum var revsilógarindeksið, tað vil siga tal av revsaðum, tá hædd er tikiðfyri aldur, hjá mannligum tilflytarum úr MENAPT-londum 218 í 2023, meðan tað hjá mannligum eftirkomarum var 309. Fyriharðskapsbrot var indeksi hjá mannligum eftirkomarum 354haldi hettar er eitt sindur ógreitt. Tað vil siga frá 2 ferðir til meira enn 3 ferðir so kriminellir sum uppruna danir, sum er 100.

 

 

 

Tað merkir ikki, at øll fólk úr hesum londum eru eins. Sjálvandiikki.

 

 

 

Men tølini vísa, at trupulleikarnir ikki altíð hvørva í næstaættarliði. Í summum hagtølum er munurin tvørturímóti størri hjáeftirkomarum enn hjá fyrsta ættarliði. Ikki-vestligir tilflytarareru sambært teimum greiningum, eg havi víst til í øðrumlesarabrævi, eisini yvirumboðaðir á almennum veitingum. Taðhevur stóran týdning í einum skattafíggjaðumvælferðarsamfelagi, tí lægri arbeiðsluttøka merkir færriskattainntøkur og samstundis størri almennar útreiðslur. 

 

 

 

Ein ábyrgdarfullur tilflytingarpolitikkur eigur tí at hava tvey atlití senn:

 

 

 

Vit skulu kunna fáa ta arbeiðsmegi og teir førleikar, sum Føroyum tørvar. Men vit skulu eisini vera varin, hvussu nógvfólk eitt lítið samfelag kann taka ímóti, og serliga hvaðani fólkkoma. Og hartil hvørjar fortreytir eru fyri, at tey kunnu gerastsjálvbjargin og ein partur av føroyska samfelagnum.

 

 

 

Integratión snýr seg ikki bert um, hvat føroyska samfelagið skal gera fyri tilflytaran. Hon snýr seg eisini um, at tann, sum flytur higar, hevur eina skyldu til at læra málið, arbeiða, forsyrgja sær og sínum. Virða føroyska mentan, lóggávu og grundleggjandivirði, eitt nú sum gott dømi er virðing fyri kvinnum. At staðfestahetta er ikki at vera ímóti útlendingum. Tað er at taka bæðitilflytarar og føroyska samfelagið í álvara. Komandi ættarliðskula ikki arva trupulleikar av einum skeivum innflytara politikki.

 

 

 

Eitt samfelag verður ikki rættvíst av fleiriskipanum

 

 

 

Herit nevnir eisini, at arbeiðsmarknaðurin ikki á nøktandi háttrúmar kvinnum, barnafamiljum og tilflytarum.

 

 

 

Tað eiga vit sjálvandi at taka í álvara. Men heldur ikki her er loysnin neyðturviliga at byggja fleiri almennar skipanir, víðkaum rættindini og økja útreiðslurnar. Eitt arbeiðsmarknaðartiltakkann væl hava eitt gott endamál, men kortini gera tað dýrari ogtruplari at seta fólk. Úrslitið kann tá verða, at færri fáamøguleikan.

 

 

 

Vit eiga at arbeiða fyri smidligum arbeiðsmøguleikum, góðaribarnaansing, førleikamenning og einum arbeiðsmarknaði, har tað loysir seg fíggjarlig at arbeiða. Men vit mugu eisini ansa eftir, at kostnaðirnir og umsitingin ikki gerast so stór, at arbeiðsplássini hvørva. Seinastu árini hava vit sett alt meirabureaukrati í verk og vit eru komin at mørkum, hvat eittsamfelag og fyritøkur við okkara stødd megna at lyfta. 

 

 

 

Góður sosialpolitikkur skapar ikki bara rættindi. Hann skapareisini møguleikar, arbeiðspláss og sjálvbjargni.

 

 

 

Vit skulu lurta eftir vísindunum – øllumvísindunum

 

 

 

Herit saknar politikarar, sum lurta eftir fakligum tilmælum. Taðgeri eg eisini.

 

 

 

Men vit skulu lurta eftir øllum viðkomandi vísindum – ikki bertteimum niðurstøðum, sum passa inn í eina frammanundan valda(vinstrahalla) politiska hugsjón. Tá IMF, OECD og MIT vísa á, at automatisering og kapitalintensitetur kunnu minkaarbeiðspartin, samstundis sum lønir og produktivitetur vaksa, eiga vit eisini at lurta.

 

 

 

Tá búskaparfrøðin vísir, at skattir og avgjøld ávirka íløgur, arbeiðspláss og búskaparvøkstur neiligt, eiga vit eisini at lurta. 

 

 

 

Tá royndirnar úr øðrum londum vísa, at integratión ikki kemurav sær sjálvari, og at trupulleikar kunnu halda fram gjøgnumfleiri ættarlið, eiga vit eisini at lurta.

 

 

 

Og tá Búskaparráðið gjøgnum fleiri ár hevur ávarað um haldføriog mælt til fíggjarpolitiskt regluverk har vit tálmaútreiðsluvøkstrinum eiga vit eisini at lurta.

 

 

 

Vísindi eru ikki bara vísindi, tá tey mæla til størri almennangeira, fleiri skattir og meira umfordeiling.

 

 

 

Kósin

 

 

 

Herit hevur rætt í, at vit ikki skulu halda, at alt er gott, bara tíføroyski búskapurin hevur havt viðrák.

 

 

 

Politiska skipanin hevur framt avgerðir, sum ikki hava verið nógvæl umhugsaðar. Hon hevur eisini brúkt ov nógv í góðum tíðumog verið ov trek at fremja neyðugar broytingar. Í míni stutt tíð ípolitikki má eg eisini staðfesta, at sjálvt um politikkara ynskjabroytingar so vinna hesar ikki altíð frama, tí tær verða steðgaðarí embætisverkinum, men hettar er ein avbjóðing, sum eg hugsi at koma aftur til í eini aðrari hugleiðing.

 

 

 

At staðfesta, at kósin eigur at vera fleiri skattir, ognarskattur, størri almenn umfordeiling og ein enn meira opintilflytingarpolitikkur, er at fara ov langt.

 

 

 

Tað hevði eftir mínum tykki verið skeiva kósin.

 

 

 

Vit skulu hava eitt samfelag við sosialari trygd og javnbjóðismøguleikum. Men tað samfelagið kann bara varðveitast, um vit eisini hava búskaparvøkstur, kappingarførar vinnur, íløgur, persónligt frælsi og fíggjarligt haldføri.

 

 

 

Vit skulu ikki gera borgaran til tænara hjá tí almenna og síðanilata sum um, hvør nýggj króna í landskassanum í sjálvum sær er eitt framstig.

 

 

 

Komið avstað?

 

 

 

Ja.

 

 

 

Men ikki við blindari trúgv á, at fleiri skattir, fleiri almennarskipanir og meira umfordeiling altíð eru tað sama sum eitt betriog rættvísari samfelag.

 

 

 

Fróði Magnussen løgtingsumboð fyri Fólkaflokkin.