Frælsar Føroyar fortreyt fyri frælsum ítrótti.

Tað verður stórt at síggja okkara ítróttarfólk vísa síni kynstur tá ið Føroyar verða vertir fyri Oyggjaleikirnar í 2027.

Men dag byrjar stóra evropameistarakappingin í frælsum ítrótti. Og hóast Føroyar eru á tremur við dugnaligum rennarum, kastarum og loyparum, so kunnu vit ikki vera við.

 

Fortreytin er, eins og við olympisku leikunum, at Føroyar mugu vera sjálvstøðugar, um vit skulu luttaka sjálvstøðugt.

 

Á myndini síggja vit hin evnaríka Jónas Gunnleivson Isaksen, sum vann gull í 400 metrar renning til U20 EM í Jerusalem í 2023.

 

Hann er Føroyingur, men rennur í einari danskari rennitroyggju. Heiðursmerkið eigur Danmark.

 

Einasti møguleiki vit hava í løtuni, er at føroyskir íðkarar luttaka undir dannebrog, og hóast tað er okkara einasti vegur upp á ítróttarligu tindarnar sum nú er, so ynskja allir føroyingar sjálvandi, at vit skulu umboða okkum sjálvar.

 

Tí er tað avgerandi, um vit vilja menna føroyskan ítrótt í framtíðini, at vit seta hol á at fremja tjóðarsemjuna. Hon er okkara einasti møguleiki, og tí vóni eg at løgmaður skjótt fer at kalla flokkarnar saman aftur um hetta málið.

 

Vónandi fer landsstýrismaðurin í uttanríkismálum ikki at arbeiða móti tí sum allir flokkar uttan hansara alment hava sagt seg tikið undir við. Tað hevði verið ódemokratiskt, hevði undirgravað løgmann og hevði skalað álitið munandi á hesi samgonguni.

 

Um vit skulu loypa upp um allar forðingarnar og koma á mál, mugu vit fyrst seta okkum í startblokkin. Lat okkum gera hetta í felag, føroyskum ítrótti at frama.

 

 

 

Bjarni K. Petersen

 

Løgtingsmaður