Tað byrjaði við eini ætlan um at lata privatar íleggjarar keypa seg inn í kappingarnar hjá FIFA. Síðani hevur ófriðurin kring altjóða fótbóltssambandið og forsetan Gianni Infantino bara tikið dik á seg.
Infantino hevur tikið ætlanina aftur og biðið um umbering, men fleiri stór fótbóltssambond siga, at álitið á hann er burtur.
Her er gongdin í málinum:
28. juli:
FIFA kunnger ætlanina um Fifa Forward Enterprise (FFE), eitt handilsligt felag, sum skuldi gera tað møguligt at selja privatum fyritøkum partar av FIFA-kappingunum. UEFA finst beinanvegin hvassliga at ætlanini.
29. juli:
UEFA kallar limalondini á kreppufund. DBU og onnur tjóðarsambond hava fingið bræv frá FIFA við freist til 19. september at taka støðu til ætlanina. Stuðla tey henni, eru útlit til fleiri pengar frá FIFA.
30. juli:
UEFA boðar frá, at sambandið er til reiðar at boykotta HM og aðrar FIFA-kappingar. Concacaf tekur undir við atfinningunum, men hóttir ikki við boykotti.
31. juli:
Asiatiska AFC tekur undir við UEFA og Concacaf. Carlos Cordeiro, ráðgevi hjá Infantino, sigur seg úr starvi í mótmæli. Eisini fleiri evropeiskir politikarar leggja seg út í stríðið.
1. august:
Infantino tekur FFE-ætlanina aftur, tí hon hevur elvt til ov stóra ósemju. UEFA fegnast um avgerðina, men sigur, at álitið á FIFA er burtur. Formaðurin í DBU, Jesper Møller, heldur, at Infantino eigur at fara frá sum FIFA-forseti.
3. august:
Fótbóltssambondini í Svøríki og Wales taka stuðulin til afturval av Infantino aftur. Orsøkin er vantandi álit.
4. august:
Ófriðurin breiðir seg eisini innanhýsis í FIFA. Aðalskrivarin Mattias Grafström finst í einum liknum innanhýsis boðum at gongdini í málinum. Ali bin al-Hussein, forseti í jordanska fótbóltssambandinum, skuldsetir Infantino fyri kúgan. Infantino kallar FIFA-toppin á kreppufund í Marokko.
5. august:
Infantino viðgongur fyri fyrstu ferð alment, at mistøk vórðu gjørd í FFE-málinum, og biður um umbering. Le Monde skrivar samstundis, at fleiri týðandi FIFA-leiðarar ikki vilja vera við á kreppufundinum.
6. august:
Leiðslan í FIFA sigur seg hava fult álit á Infantino, hóast hon viðgongur, at mistøk eru gjørd. UEFA heldur tó fast um, at álitið á forsetan er burtur, og hóttanin um boykott stendur við.
Lesið eisini: Fótbóltssambond: Infantino hevur svikið álitið við sviki
Suðuramerikanska Conmebol sigur seg vera stúrið um gongdina, men lýsir ikki misálit á Infantino. Afrikanska CAF gevur hinvegin Infantino fullan stuðul.
7. august:
Infantino fer til Kolombia, meðan fleiri lond alment taka støðu. Argentina, Paraguay, Ecuador, Venezuela og Mexico stuðla honum. Norska fótbóltssambandið fer øvugtan veg og biður Infantino leggja frá sær.
8. august:
The Telegraph skrivar, at Infantino, meðan hann var aðalskrivari í UEFA, hevði eitt ástarsamband við eina kvinnu, sum fekk hægri starv og lønarhækkingar.
UEFA váttar, at kvinnan fekk eitt stórt fráfaringargjald, men váttar ikki, at tað hevði samband við eitt møguligt forhold við Infantino.
FIFA og Infantino vísa skuldsetingunum aftur og kalla tær »avgjørt ósannar«.
9. august:
FIFA fordømir á sosiala miðlinum X tað, sum sambandið kallar royndir at undirgrava FIFA og forsetan við »óskjalprógvaðum pástandum og próviliga følskum skuldsetingum«.
10. august:
Trý av størstu meginlandsfótbóltssambondunum herða nú trýstið á Infantino.
UEFA, AFC og Concacaf siga í felags fráboðan, at Infantino hevur svikið álitið.
– Tá álitið verður brotið við sviki, og ein persónur setir seg sjálvan oman fyri felagsskapin, sum hevur litið honum myndugleika upp í hendur, hevur hann svikið sína skyldu, skriva tey trý sambondini.
Tey krevja nú, at ein óheftur triðipartur kannar FFE-málið og ger eina frágreiðing.











