Hósdagin í farnu viku fóru 12 næmingar á ítróttarbreytini á Felagsskúlanum á Oyrarbakka í holt við eina óvanliga og sera torføra uppgávu, nevniliga at ganga alla Suðuroynna, úr Sumba til Sandvíkar.
Ferðalagið gekk túrin partvís eftir vegnum, og partvís eftir fjøllunum. Ferðin er einar 70 kilometrar so hetta er eitt ódnartak og ferðin tók eisini næsta 13 tímar.
Ítróttarlærarin, Jógvan í Skorini, sigur at hetta var ein minnilig ferð, tí tað eru ikki nógv, ið hava gingið Suðuroynna á tamb í uppá ein dag.
- Túrurin var eisini harður, og tað sigur ikki so lítið, at tey fegnaðust tá ið tað bara vóru 20km eftir at ganga.
- Allir næmingarnir komu á mál, og tað var tað, sum mest ráddi um. Næmingarnir sóu og merktu at kroppurin megnar munandi meiri, enn vit geva okkum far um, sigur lærarin.
Hann sigur at næmingarnir vóru heilt fantastiskir allan túrin at stuðla hvørjum øðrum og at minna hvønn annan á ikki at fella í fátt, og tá ið á stóð, hjálptu tey hvørjum øðrum
- Síðsta strekki var møtimikið og tá ið komið varð á mál, vóru vit sjálvsagt sera troytt.
-Flestu næmingarnir høvdu bløðrur og sár á fótunum, tá komið varð á mál. Men hetta gjørdi bara bragdið søtari, sigur Jógvan í Skorini.
Næmingarnir vóru: Símun Jóhan Wolles, Pól Ejdesgaard Fláaberg, Jan á Høgaryggi, Allan Haraldsen, Barbara Samuelsen, Petra K. Olsen, Rói Olsen, Kurt Joensen, Rógvi Jógvansson Magnussen, Bjarti Grunnveit Olsen, Tóki H. Johannesen og Herit Kruse.