John Ellefsen hevur gjørt sjálvboðið arbeiði í 14 ár

John Ellefsen hevur gjørt sjálvboðið arbeiði hjá Reyða krossi í fleiri ár. Hann byrjaði, tá hann gjørdist pensjonistur gott 67 ára gamal. Í dag er hann 81 ár og tømir framvegis bingjurnar við brúktum klæðum, sum fólk lata Reyða krossi

Reyði krossur hevur ein bil til endamálið, og tá 110 sekkir eru savnaðir, er bilurin fullur

Síðani John Ellefsen byrjaði at koyra fyri Reyða kross, er nøgdin á klæðum, sum verða latnar í bingjurnar, ferfaldað. Bingjurnar eru næstan altíð fullar.

 

– Føroyingar hava nógv klæðir, tað veit eg. Eg havi altíð billað mær inn, at tað fór at minka, men tað bara økist fyri hvørt ár.

 

Sjaførarnir eru býttir í fýra lið. Hvørja viku verður koyrt, og teir eru 6 mans og hvørjum liði.

 

##med2##

 

John Ellefsen koyrir fjórðu hvørja viku. Byrjað verður klokkan 9, og dagurin er vanliga liðugur klokkan 15. Teir heinta bingjur í Miðvági, Vestmanna, Norðskála, Runavík, Fuglafirði og Klaksvík. Bingjur verða eisini tømdar á Sandoynni og Suðuroynni aðruhvørja viku.

 

Reyði krossur hevur ein bil til endamálið, og tá 110 sekkir eru savnaðir, er bilurin fullur. Sekkirnir verða koyrdir í skiljihøllina, sum er í hølunum hjá Reyða krossi í Stiðjagøtu í Havn. Klæðini verða skild í partar, ein partur fer til Klædnahjálpina, ein partur til endurnýtsluhandlarnar á Bryggjubakka, og Stiðjagøtu í Havn, og handilin í Vági. Stórur partur av klæðunum fer til Týsklands til endurnýtslu, og hesi verða koyrd í bingjur.

 

 

 

Gott at vera virkin

 

John Ellefsen byrjaði at gera sjálvboðið arbeiði, tá hann gjørdist pensjonistur. Hann arbeiddi saman við Hans Mortensen, sum eisini koyrdi fyri Reyða kross.

 

– Tá eg bleiv pensjoneraður, ringir Hans til mín og spurdi, um eg hevði hug at koma og koyra við Reyða krossi, og tað hevði eg.

 

Síðani hevur hann hingið við.

 

– Eg haldi hetta vera gevandi, og vit koma nógv runt.

 

##med3##

 

Arbeiðið er kropsliga krevjandi. Hvønn túr verður nógv lyft, og sekkirnir eru tungir. Fyrst skulu teir úr bingjunum og inn í bilin. Síðani úr bilinum, og inn á gólvið í hølinum hjá Reyða krossi. Av gólvinum verða sekkirnir koyrdir í bingjuna við klæðunum sum skulu til Týskland.

 

– Tað er nógv lyfting, og eg haldi, at tað er gott, so leingi man orkar, men man syrgir eisini fyri, at man ikki arbeiðir ov hart. Hetta er ikki akkord arbeiði, hetta er hugni, men man følir at man ger eitt gott arbeiði.

 

##med4##

 

Hann heldur, at pensjonistar skulu ikki átaka sær mær enn teir orka, men um tú følir at tú hjálpir og orkar, so er at halda seg í sving. Hann heldur at uppgávurnar hjá Reyða krossi hóska seg væl hjá teimum sum vilja vera virkin, og sjaførarnir hava gott samanhald sínámillum.

 

– Vit venda fleiri heimstrupulleikum tá vit koyra, og tá vit eru í skiljihøllini. Tá vita vit akkurát, hvussu alt skal gerast.

 

Hóast nøkur ár eru síðani, at John Ellefsen var á arbeiðsmarknaðinum, so er framvegis brúk fyri førleikunum sum bilmekanikari.

 

– Um okkurt er galið við bilinum, so blívi eg uppringdur, tí tá tú dugir at skrúva, blívur tú ofta biðin. 

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

Reyði krossur hevur ein bil til endamálið, og tá 110 sekkir eru savnaðir, er bilurin fullur

Síðani John Ellefsen byrjaði at koyra fyri Reyða kross, er nøgdin á klæðum, sum verða latnar í bingjurnar, ferfaldað, og bingjurnar eru næstan altíð fullar.