Áhugaverd vitjan úr Skien
Í døgunum 8. - 13 mai fáa vit eina áhugaverda vitjan úr Noreg. Talan er um eitt norskt barnakór ið kallast GLA?VOX, ið er samansett av 45 børnum í aldrinum 9 - 13 ár. Tey koma úr Skien og hoyra til Gulset Kirke. Umframt at tey syngja nógv í kirkjum, skúlum og nógva aðra staðir í Noreg, hava tey vitja bæði Finnland, Svøriki og fleiri ferð í Danmark. Á heimasíðini skriva tey: "GLA?VOX er et av landets mest kjente barnekor. Under sin dirigent Odd Jakobsen har de turnert store deler af Norge og også besøkt Danmark flere gange."
Hugtikin av Føroyum.
Nú ber leiðin so til Føroyar at hava 3 konsertir. Tað er skjótt eitt ár síðani at fyrireikarnir fyrstu ferð fingu samband við Odd Jakobsen, sum er kórleiðari hjá GLA?VOX. Tey vístu beinanvegin stóran áhuga og í august 2001 kom Odd til Føroyar at hyggja eftir umstøðunum. Hann var, sum verða man, ógvuliga hugtikin av landinum og skjótt var avgjørt at hann kom aftur í mai saman við GLA?VOX.
Nýggj fløga við í kuffertinum.
GLA?VOX hevur fleiri útgávur aftan fyri seg. Tey hava givið 2 bond og 3 fløgur út, umframt eina jólafløgu. Hesir sangir hava verði nógv nýttir av teimum sum hava barnakór í Føroyum og eru fleir sangir týddir til føroyskt. Við á ferðini hava tey eina spildurnýggja fløgu, sum kemur út í Noreg í hesum døgum. Vit koma at hoyra fleiri løg av hesi fløgu á konsertini, men sjálvsagt eisini nøkur gomul - og so verður eisini møguleiki fyri at ogna sær hesar fløgur eftir konsertina.
Føroysk barnakór luttaka.
Nógv barnakór eru runt í teimum ymisku samkomunum í Føroyum, og tey koma eisini at seta sín serliga dám á hesa vitjan. Skriv var sent til allar samkomur í landinum og hava 13 kór við uml. 320 føroyskt børnum boða frá at tey ynskja at verða við. Kórini koma úr Vágum, Tórshavn, Eysturoynni og Klaksvík, og eru kórini úr Heimamissiónini, Brøðrasamkomuni og Hvítusunnusamkomuni. Hesi 320 børnini hava havt tvær felagsveningar, tann fyrra í Libanon í Sørvági og tann seinna í Filadelfia í Gøtu, umframt at hvørt kórið hevur vant sangirnar hvør í sínum stað.
Konsertskráin.
GLA?VOX kemur, sum áður nevnt, at hava 3 konsertir. Tann fyrsta verður í Ítróttarhøllini í Giljanesi 9. mai kl. 15 - og til hesa konsertina luttaka øll tey 5 Vágakórini, tilsamans eru tey uml. 120 børn. Leygardagin 11. mai kl. 16 verður Ítróttarhøllin í Runavík so karmur um tað seinnu og heilt stóra konsertin, har GLA?VOX luttekur saman við uml. 320 føroyskum børnum. Sunnudagin 12. mai verður so tann seinasta konsertin í Vesturkirkjuni kl. 16.00 og tá kemur GLA?VOX at eiga alla konsertina.
Føroyskt & Norskt.
Tey føroysku børnini hava vant 5 sangir, sum tey koma at syngja saman við GLA?VOX - tríggjar føroyskar sangir, ein norkan og ein á latín. Fyri tey føroysku børnini er ikki nakar trupuleiki at læra ein norskan sang, men tey norsku ynsktu eisini at læra onkran føroyskan sang - so nú arbeiða tey hart við at læra seg føroyskt - so tíðin fer at vísa um tey klára royndina!!
Konsert við ferð á.
GLA?VOX hevur longu havt nógvar konsertir í Noreg í ár og koma at hava nógvar eftir at tey hava verði í Føroyum. Tey hava nógv spennandi við á konsertferðinum, men tað vilja vit ikki avdúka alt enn. Úr Norra verður sagt, at tað hendir alla tíðina okkurt og fyri at fáa børnini orduliga við, ætla tey eisini at fáa børnini at syngja við. Forsøla av atgongumerkjun er byrjað og í lýsing í blaðnum í dag sæst hvar tey eru at fáa.
Sangur um Jesus.
Endamálið við konsertunum er at boða gleðiboðskapin um Jesus. Hesi børnini, bæði tey norsku og føroysku, syngja við hesum sama endamálið: At siga øðrum frá barnavinum Jesus - og hann er sannliga verdur at syngja um. Gleðiboðskapurin kann berast fram á nógvar ymiskar mátar - og tað fara konsertinar eisini at bera boð um. Á heimasíðini hjá GLA?VOX skriva tey soleiðis: "GLA?VOX har sin basis i Gulset Kirke i Skien og har som mål at spre livsglede og kristentro gjennom fengende sang og musikk".