Kristin R. Mouritsen, sum var ein av mest eyðsýndu spælarunum hjá HB í fjør, valdi undan kappingarárinum í ár heldur undrunarvert at skifta barndómsfelagið út við AB.
Les eisini: Tí hevur Kristin skift til AB
Vegna lestrarørindi í Danmark hevur hann enn sín fyrsta dyst til góðar fyri nýggja felagið, men nú kemur hann heim í starvsvenjing og kann vera við, tá ið AB sunnudagin fær vitjan av Víkingi.
- Eg havi runnið og roynt at hildið grundformin við líka. Eg havi eisini vant við ÍF Føroyum fyri at hava eitt sindur av bóltnerting, sigur 23 ára gamli vongspælarin við in.fo í kvøld.
Les eisini: Kristin heim at takast við Víking
Kristin verður ikki fult tøkur fyri AB fyrr enn í apríl, men í hesum umfarinum verður tað til tveir dystir. Ein avbjóðing, sum hann gleðir seg til.
- Eg gleði meg nógv at spæla fyri AB. Tað er keðiligt at eg ikki kundi vera við í uppstartinum, men av tí sama eri eg eisini spentur at koma í gongd og gera alt eg kann fyri AB, sigur Kristin R. Mouritsen.