Glenn er givin í Klaksvík

38 ára gamal dani fer nú at standa odda fyri akademinum hjá KÍ

Nýggjur leiðari í akademinum hjá KÍ er Jonas Nilesen, sum er 38 ára gamal dani

Tað verður ikki svenski Glenn Ståhl, sum fer at standa fyri akademinum hjá KÍ, tá ið tað nú verður farið undir fyrireikingar til nýtt kappingarár. Svenski venjarin hevur áður verið venjari hjá besta liðunum hjá Suðringum og NSÍ.

 

Í fjør var hann fyrsti høvuðsvenjarin í nýggja KÍ akademinum. Men nú verður hann ikki at síggja aftur í Klaksvik.

 

KÍ skrivar soleiðis á heimasíðu síni í kvøld:

 

Seinasta árið hava vit havt eitt akademi, sum hevur til endamáls at menna leikarar okkara og fáa ungdómsdeildina upp á eitt hægri støði enn áður.

 

Akademiið hevur verið ein sólskinsøga, sum veruliga hevur lagt nýggjar lunnar undir menning av okkara ungdómsdeild.

 

Akademileiðarin í fjør, Glenn Ståhl, hevur av familjuorsøkum valt at gevast í Klaksvík, og takka vit honum fyri hansara frálíka arbeiði og ynskja honum blíðan byrð í framtíðini.

 

Nýggi leiðarin eitur Jonas Nielsen, sum er 38 ára gamal dani. Hann hevur UEFA A-venjara útbúgving. Jonas hevur seinastu árini havt ábyrgdina av talentmenningini í Slagelse og hevur áður vant nógv ungdómslið í ymsum feløgum í Danmark. Avtalan millum Jonas Nielsen og KÍ er galdandi í tvey ár.

 

Í stuttari viðmerking sigur Jonas, at hann gleðir seg at koma til eitt nýtt land og nýggjar avbjóðingar og gleðir seg við sínum hugskotum at vera við til lyfta og menna fótbóltin í Klaksvík.

 

Vit í KÍ fegnast um, at Jonas hevur valt at taka við avbjóðingini, og eru vit ikki í iva um, at hann er mentur at taka sær av hesi uppgávuni, skrivar KÍ í kvøld.

 

Nýggjur leiðari í akademinum hjá KÍ er Jonas Nilesen, sum er 38 ára gamal dani