Góða løtan og vakra málið!

Júst nú, tá føroyska manslandsliðið í hondbólti, slóðar fyri føroyskum kappingarevnum og føroyskum sjálvbjargni, í tíðarbilsbresti, við størstu hóttanina sum danski ríkisfelagsskapurin hevur havt í nýggjari tíð. Júst nú!

 

Nú er gylta løtan hjá føroyskum myndugleikum, virðiliga og við greiðari fólkaræðisligari, og vesturheimssjón, at viðgera stjórnarrættarviðurskifti okkara við danir/og Grønland.

 

Nú er ikki at sita á hondunum, men at bretta upp um armar, við greiðum ynskjum um at víðka karmin fyri okkara “góða” samstarvi við Danmark, og møguliga Grønlandi við.

 

Ríkjafelagsskapurin (hjá Kaj Leo Holm Johannesen) er ein leið at gá. Serliga um vit framhaldandi vilja hava Grønland at teljast millum, og saman við okkum norðurlondum í norðurhøvum.

 

Ríkjafelagsskapurin millum trý sjálvstøðug lond í einum ríki, við uttanríkisheimildum, og í tvungnum NATO samstarvi, kundi verið næsta stigið, og ein verja móti óynskta kærleikanum frá Trumpinum.

 

Vit kundu sett áramál á fyri sáttmálan um ríkjafelagsskapin. T.d. 5 ár til eftirmetingar, við møguleika fyri bæði at siga ja, ella nei til framhald av sáttmálanum.

 

Tíðin er búgvin til at Føroyar rætta seg upp, eins og manslandsliðið í hondbólti, og bjóðar av við visjónum fyri landið, sum drívir fólkið framá, móti málinum um sjálvbjargni.

 

Nú er tann stundin, har vit taka tey avgerandi fetini, og skipa okkara egnu framtíðar føroyar, í heilum og tryggum samstarvi við øll tey í hesum heimi, sum hjúkla um fólkaræðið, og virða fólkarættin.

 

Gerið sum Elias, Óli, Teis, og Hákun og teir. Latið snildi, styrki, vit og førleika vinna okkum fram, og setið so Paula Jacobsen at verja fyri ringastu sjálvmálsroyndunum frá afturhaldskreftunum.

 

Nú er løtan!

 

 

 

Páll á Reynatúgvu