Jana var toppskjútti hjá Viborg í útidysti í European League

Viborg fekk týdningarmikið stig við sær úr Fraklandi

Vit kunnu longu nú staðfesta eitt gott føroyskt avrik í hondbólti í dag.

 

Jana Mittún var toppskjútti hjá Viborg við átta málum, tá hon og liðfelagarnir á útivølli megnaðu javnleik 30-30 móti franska liðnum, Dijon í bólki D í EHF European League. Tó kunnu Jana og liðfelagarnir iðra seg, tí tá fimm minuttir vóru eftir var Viborg á odda 30-28, og tá steðgaði upp við málskjótingini. 

 

Jana skoraði átta mál upp á 10 málroyndir, og gav góðan íblástur til beiggjarnar og systkinabørnini í føroyska EM-hópinum í Oslo.

 

Í steðginum var Viborg á odda 15-13.

 

Viborg og Dijon hava bæði trý stig fyri tveir dystir. MKS Zaglebie Lubin úr Póllandi og rumenska liðið, CSM Corona Brasov hava einki stig, men tey spæla dyst í Lubin klokkan 17 í dag.

 

Komandi mikukvøld klokkan 18 hevur Viborg dyst á heimavølli í bestu donsku hondbóltsdeildini. Tá kemur Keypmannahavn á vitjan í BioCirc Arena.