-Veðrið var óvanliga buldrasligt á vesturlandinum, tí vit lógu bakk í góð sjey samdøgur. Tað havi eg ikki upplivað fyrr. So eg haldi tað var ein góður og buldrasligur túrur-
Frystilínuskipið Kambur hevur gjørt ein góðan túr við Ísland. Nøgdin er so mikið stór, at tað er ein av størstu túrum føroyskt línuskip hevur gjørt.
Hetta skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á vanga sínum á facebook.
Kambur kom fríggjadagin á Kollafjørð, har veiðan varð landa.
-Vit eru væl nøgdir við túrin, hóast tað ikki var rokfiskiskapur. Vit royndu í 42 dagar og fingu góð 356 tons. Tað er ein av størstu túrum føroyskt línuskip hevur gjørt. Kambur var ikki ordiliga fullur, men kvotan var uppi. Vit høvdi óivað fingið umleið 15 tons í agnlastina afturat, um vit stúvaðu-. Tað sigur skiparin Hans Petur Samuelsen.
-Veðrið var óvanliga buldrasligt á vesturlandinum, tí vit lógu bakk í góð sjey samdøgur. Tað havi eg ikki upplivað fyrr. So eg haldi tað var ein góður og buldrasligur túrur, sigur hann.
-Tað er nógv lodna við Ísland. Toskurin er mettur av lodnu, og tekur tí ikki væl í agnið. Hýsan var eisini full av lodnu, sigur Hans Petur.
Nú fer Kambur til Eysturgrønlands at royna. Har royna nøkur føroysk línuskip.
16 mans fara við og skipari verður Mortan Mortensen.
Sjómanstrúboðarin vitjað umborð í Kollafirði, har hann hitti skipararnar. Tíð varð tikin til prát, Guds orð og bøn.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu, skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á vanga sínum á facebook. Har eru eisini fleiri myndir at síggja.
Myndir: Hans Petur Samuelsen, Kambur. Hans Petur og Mortan og maskinmennirnir, Henning og Jákup.
##med2##












