Í kvøld leiktu Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin dyst í bundesliguni á heimavølli í Max Schmelling høllini móti Gummersbach.
Füchse mátti stríðast fyri sigrinum, har tað var sera javnt gjøgnum allan dystin. Tað endaði tó við einum 28-26 sigri til berlinarnar, ið vóru á odda 13-12 í steðginum.
Hákun, ið stóð seg framúr í steypasigrinum móti Bergischer farna vikuskiftið kom ikki á máltalvuna í kvøld. Hann hevði tríggjar málroyndir, men tíverri sat eingin av teimum í netinum.
Füchse Berlin er á øðrum plássinum í deildini nú við 46 stigum.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Füchse Berlin-Gummersbach 28-26 (13-12):
##med2##











