Allar ljósmastrarnar komnar upp á Eiðinum

Tað hevur verið arbeitt kring vøllin vesturi á Eiðinum í Vági í longri tíð.

 

Hetta er millum annað liður í arbeiðinum at seta upp ljósmastrar kring vøllin.

 

Í vikuni kom fyrsta masturin upp, og nú eru allar ljósmastrarnar komnar upp.

 

Ymiskt annað verður eisini gjørt á Eiðinum, t.d. verður køkurin í VB húsinum dagførdur.

 

Í næstum eru góðu umstøðurnar á Eiðinum í Vági karmur um árliga Dansibandsferstivalin.