Nú eru tríggir stórir amerikanskir flogberar á leiðini út fyri Iran.
Washington Post veit í dag at siga, at flogberin, USS George W. Bush, sum vit síggja á myndini omanfyri, nú eisini er komin upp á pláss í økinum.
Eins og hinir báðir amerikansku flogberarnir, sum eru komnir frammanundan, verður USS George W. Bush fylgdur av fleiri smærri herskipum.
Umborð í flogberunum eru í túsundatali av amerikanarum.
Kelda hjá Washington Post er US Central Command, sum hevur ábyrgdina av hernaðarliga virkseminum hjá USA í Miðeystri.
Hinir amerikansku flogberarnir, sum frammanundan eru komnir á havleiðirnar kring Iran, eru USS Gerald R. Ford og USS Abraham Lincoln.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur longt vápnahvíldina við Iran, men amerikanski stongsulin av iranskum havnum er framvegis galdandi.











