Góður stuðul til leiðsluna

– og fleiri týðandi viðtøkubroytingar á ársaðalfundi hjá Føroya Fimleikasambandi

Føroya Fimleikasamband:

 

Mikukvøldi 17. juni helt Føroya Fimleikasamband ársaðalfund. Formaðurin, Pól Esper Hansen, og næstformaðurin, Heri Lamhauge, stóðu fyri vali, og báðir vórðu afturvaldir við sera góðari undirtøku. Á skránni vóru eisini fleiri innkomin mál, har fýra viðtøkubroytingar vórðu samtyktar.

 

Til forfólkapostin tók Pól Esper Hansen við afturvali. Anna Margit Thomsen úr Havnar Fimleikafelag bjóðaði honum av. Úrslitið varð, at Pól Esper fekk 8 atkvøður, Anna Margit eina atkvøðu, meðan ein atkvøða var blonk.

 

Eisini stóð næstformaðurin, Heri Lamhauge, fyri vali, og tók hann við afturvali. Durita av Reyni úr Havnar Fimleikafelag stillaði eisini upp, og úrslitið varð, at Heri fekk sjey atkvøður, Durita tvær, og ein atkvøða var blonk.

 

Trivnaður og trygd skrivað inn í endamálsorðingina

 

Ein av størstu broytingunum á fundinum var samtyktin um at víðka endamálsorðingina í viðtøkunum hjá sambandinum.

 

Starvsnevndin hevur seinasta árið arbeitt miðvíst við trivnaði, mentan og verju í føroyskum fimleiki. Millum annað er ein akademiskt grundað trivnaðarkanning ment til úrvalsíðkarar. Kanningin skal geva feløgunum betri innlit í trivnaðin hjá íðkarunum og gera tað møguligt at fylgja gongdini yvir tíð.

 

Í hesum anda varð uppskot lagt fram um at leggja hesa orðing afturat endamálinum hjá sambandinum:

 

“Føroya fimleikasamband skal áhaldandi arbeiða fyri einum likamliga og sálarliga sunnum fimleikaumhvørvi, har tryggleiki og trivnaður hava týdning á øllum venjingarstigum. Í mun til hetta arbeiði, kann Føroya Fimleikasamband seta í verk átøk, so sum skeiðvirksemi og trivnaðarkanningar, til at hjálpa við at fremja hetta endamál”

 

Uppskotið fekk góða undirtøku og varð samtykt.

 

Tumbling verður partur av breiddararbeiðinum

 

Aðalfundurin samtykti eisini at fáa „tumbling“ inn undir breiddarpostin í starvsnevndini, sambært § 8 í viðtøkunum.

 

Fleiri feløg hava virksemi við trampolin og airtrack, og tumbling er ein týdningarmikil partur av menningini av TeamGym sum kappingargrein. Við broytingini fær sambandið betri møguleikar at skipa fyri kappingum innan tumbling og samstundis stuðla breiddararbeiðinum hjá feløgunum.

 

Styrktar reglur um ósømiligan atburð

 

Seinasta árið hevur sambandið eisini arbeitt nógv við mannagongdum í sambandi við ósømiligan atburð. Hetta arbeiðið er partur av teimum átøkum innan safeguarding, sum Ítróttasamband Føroya hevur eggjað sersambondunum til at raðfesta.

 

Tí varð uppskot lagt fram um at leggja eitt nýtt punkt afturat etisku leiðreglunum hjá sambandinum. Endamálið er at geva Føroyum Fimleikasambandi heimild til at taka neyðug stig í serligum førum, har etiska regluverkið verður brotið.

 

Nýggja orðingin, ið er løgd afturat núverandi reglugerðini ljóðar:

 

“Í serligum førum kann brot á hetta etiska regluverk hava við sær, at viðkomandi verður útihýstur á staðnum, og/ella fyribils ella varandi útihýstur frá luttøku í virksemi, venjingum, kappingum og øðrum tiltøkum undir Føroya Fimleikasamvandi uttan ávaring.“

 

Uppskotið fekk breiða undirtøku og varð samtykt við stórum meiriluta. Samstundis er sambandið farið undir samstarv við ÍSF um at endurskoða og styrkja alt etiska regluverkið.

 

Demokratiskur atkvøðuháttur gevur javnari umboðan

 

Seinasta stóra málið á fundinum snúði seg um atkvøðuháttin á aðalfundinum.

 

Gamalt hevur verið, at bæði hvørt felag og hvør einstakur nevndarlimur havt atkvøðurætt á aðalfundinum. Eftir áheitan frá Ítróttasambandi Føroya og Havnar Fimleikafelag, varð uppskot lagt fram um at broyta skipanina fyri at styrkja demokratiska javnrættin millum feløgini.

 

Uppskotið varð samtykt við stórum meiriluta. Nýggja orðingin er:

 

“Atkvøðurætt hevur hvørt felag í FFS við einari atkvøðu og starvsnevndin við einari atkvøðu” 

 

Við hesum fær hvørt limafelag somu ávirkan á aðalfundinum, óansæð stødd, og einki felag hevur meira ávirkan enn eitt annað.

 

Starvsnevndin takka fyri undirtøkuna

 

Føroya Fimleikasamband takkar feløgunum fyri góða undirtøku og álitið á arbeiðið hjá starvsnevndini. Samtyktirnar á aðalfundinum eru við til at menna bæði sambandið og føroyska fimleikaumhvørvið, við størri denti á trivnað, trygd, javnrætti og ítróttarliga menning.

 

Næstu tíðina fer starvsnevndin, við góðari kenslu av undirtøkuni, at arbeiða miðvíst víðari við teimum samtyktu átøkunum, soleiðis at øll børn og ung kunnu trívast og mennast í einum tryggum og mennandi fimleikaumhvørvi.