Vágbingar vóru bestir í Vági

6-mannafør menn: Aftur í dag var tað Froðbingur, sum royndi at bjóða Smyrli av

Á jóansøku í Vági í dag gekk tað soleiðis, tá ið 6-mannaførini kappaðust, sum tað gjørdi bæði á norðoyastevnu og á eystanstevnu.

 

Smyril úr Vági vann á heimasjógvi, og harvið er 6-mannafarið í Vági stórur favorittur at vinna FM heitið, tí nú kappingarárið er um at vera hálvrunnið, er Smyril á odda við fullum stigatali.

 

Strálan av Strondum sprakk avstað, og Froðbingur setti eftir strandingum. Smyril fótaði sær ikki heilt beinanvegin í startspurtinum, men tað var skjótt, at svarti og hvíti báturin legði upp á síðuna av teimum fremstu, og skjótt stakk hann stevnið framum.

 

Smyril var eina løtu eina bátslongd frammanfyri Froðbing, sum í endaspurtinum spurtaði seg fram á hálvan Smyril, men tað var eingin ivi um, hvør tað var, sum var fremstur á mál.

 

1 Smyril (VK)05:19.45+00.007 
2 Froðbingur (FSR)05:21.35+01.806 
3 Sundabáturin (NHR)05:26.27+06.645 
4 Skúgvur (SÍF)05:27.46+08.024 
5 Strálan (Strálan)05:29.03+09.163 
6 Kvívíksbáturin (KSR)05:50.25+30.602 
7 Víkingur (HR)05:50.31+30.721
1 Smyril (VK)321 
2 Froðbingur (FSR)318 
3 Sundabáturin (NHR)314 
4 Skúgvur (SÍF)312 
5 Strálan (Strálan)310 
6 Kvívíksbáturin (KSR)35 
7 Víkingur (HR)34

 

rsf.fo