Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG skulu spæla hálvfinalur í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini. Tað er longu greitt hóast eitt umfar er eftir at leika í ovara endaspælinum.
GOG vann í dag á heimavølli í Svendborg í bólki 1 stórsigur 36-27 á Skjern. Í steðginum var heimaliðið á odda 20-16.
Óli var næstbesti málskjúttin hjá GOG við seks málum, og hann legði upp til sjey mál (assist). Harumframt vann Óli liðnum eitt brotskast.
Aalborg er fremst í bólkinum við 10 stigum, og GOG hevur sjey stig. Fredericia hevur fýra stig og Skjern hevur tvey stig, nú bert eitt umfar er eftir at leika.
Í annaðkvøld klokkan 20 spæla Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg/Aarhus dyst á heimavølli í bólki 2 móti Bjerringbro/Silkeborg. Um Skanderborg/Aarhus fær stig hava teir eisini vunnið seg í hálvfinalurnar. So tað kann gerast talan um Óla móti Jóhan í hálvfinalunum.











