- Russland hugsar um rakettir og framhaldandi krígsførslu - og ikki um diplomatisk stig, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, ið takkar øllum, sum hjálpa Ukraina at verja lív

Russland fyrireikar nýggj stórálop á Ukraina

- Antiballistisk loftverja er lyklaorðið fyri Ukraina, sigur ukrainski forsetin, sum heldur, at Russland er í holt við at fyrireika nýggj stórálop á krígsherjaða landið

- Russland hugsar um rakettir og framhaldandi krígsførslu - og ikki um diplomatisk stig, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, ið takkar øllum, sum hjálpa Ukraina at verja lív

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, skrivar á X, fyrrverandi Twitter, at Russland fyrireikar stórálop á Ukraina. 

 

- Tað er týdningarmikið, at okkara sameindu vita, hvat er í ferð við at henda, og mangt bendir á, at Russland fyrireikar ein umfatandi offensiv, sum forsetin tekur til.

 

Hann sigur, at Russland hugsar um rakettir og framhaldandi krígsførslu - og ikki um diplomatisk stig.

 

Ukrainski forsetin vísir til fregnartænastufrágreiðingar, sum sambært honum benda á, at Russland fyrireikar nýggj stórálop.

 

Forsetin leggur dent á týdningin av, at revsitiltøkini móti Russlandi verða herd, og at Ukraina ikki kann bíða eftir hjálp frá sameindum til loftverju.

 

Eftir samrøður, sum Volodymyr Zelenskyj hevur havt við uttanríkisráðharra landsins, Andrij Sybiha, er greitt, at antiballistisk loftverja er lyklaorðið fyri Ukraina.

 

- Vit arbeiða eisini við okkara uppskoti til ein nýggjan evropeiskan revsipakka móti Russlandi aftrat verandi revsitiltøkunum.

 

At enda sigur forsetin, at Ukraina takkar øllum, sum hjálpa landinum at verja lív.

 

 

 

- Russland hugsar um rakettir og framhaldandi krígsførslu - og ikki um diplomatisk stig, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, ið takkar øllum, sum hjálpa Ukraina at verja lív