Í samband við almannakunngerðina av roknskapinum fyri 1999, boðaði Arbeiðsloysisskipanin mánadagin fjølmiðlum til kunnandi fund undir heitinum; Hvagar gongur leiðin?.
Forkvinnan í stýrinum fyri ALS, Karin Kjølbro, segði, at fyrstu 4 árini hjá ALS, var mest talan um eldsløkking og andahjálp. Hesa mynd nýtti hon um støðuna hjá stovninum, sum ofta var í andgletti, men sum lítið hevur verið at hoyrt um seinu árini. Karin Kjølvro legði í hesum sambandi dent á, at í dag er talan um ein vælvirkandi stovn.
Gjaldið lækkar
Stýrið hevur gjørt av at lækka inngjaldið frá 1. juli.
Í 1999 var samlaða ALS gjaldið 4% í mun til 4,5% árið fyri. Hóast hetta hevði Arbeiðsloysisskipanin á leið somu inntøkur, sum árið fyri, samstundis sum eginogin er støðugt vaksandi. Í 2000 verður ALS gjaldið sett niður við 1%, so at tað frá 1. juli verður 3% fyri A lønarmóttakarar og 1,5 fyri tey, ið rinda A inntøkur.
Karin Kjølbro nevndi eisini, at stýrið setti sær fyri at rinda skuldina, ið skipanin hevði. Hetta er nú gjørt. Eisini skuldi inngjaldið setast niður. Hetta verður nú eisini gjørt.
Ein afturvendandi setningur í prátinum um ALS er, at skipanin er øðrvísi, enn vit kenna hana í grannalondunum. T.d. eru slíkar skipanir ofta alment fíggjaðar. Tað er ALS ikki.
Byggja upp eginogn
Nýggi stjórin í ALS, Elisabeth O. Gaardbo, byrjaði á stovninum í 1996. Hon nevndi tær mangan turbolentu tíðirnar, men fegnaðist um, at stovnurin nú er í fer við at byggja upp eina eginogn, so skipanin er før fyri at standa ímóti møguligum samfelagsligum bakkøstum.
Eginognin er í dag góðar 192 milliónir krónur.
Nýggi stjórin staðfesti, at Føroyar í dag hava, tað sum tey í øðrum londum rópa eitt náttúrligt arbeiðsloysi, t.v.s. eini 3 -5%. Mett verður, at 3% fáa frá ALS, 1% frá ?fiskavirkisskipanini? og 1% frá Almannastovuni.
Rakstarúrslitið hjá ALS er betrað og Karin Kjølbro nenvdi, at ALS er soleiðis háttað, at samfelagsgongdin merkist tvífalt í ALS.
Elistabeth Gaardbo minti á, at ALS hevur minkað um starvsfólkatalið við eini 30%, Her er talan um, at ikki so nógv arbeiðsleys eru í skipanini nú og eisini er effektivisering farin fram.
Elisabeth Gaardbo segði m.a., at fyrr komu fólk til samrøðu hjá ALS ein og ein. Nú koma fólk í bólkum og verða kunnaði um møguleikar og rættindi. Hetta er bæði lættari og so verður eisini roynt at avmystifiserað ALS. Málsviðgerðin gongur eisini skjótari.
Umframt, at færri eru arbeiðsleys í dag, so eru fólk eisini styttri arbeiðsleys, í mun til fyrr.
Á ALS eru tey eisini byrjað t kalla fólk inn, tá tey hava verið arbeiðsleys í meira enn hálvt ár. ALS hevur t.d. førleikagevandi skeið at bjóða, men tað stendur til hin einstaka, um hann tekur av.
Eisini er ALS farið undir eina kanning av arbeiðsmarknaðinum, t.d. fyri at finna útav, á hvørjum fakøkjum tørvur er á arbeiðsmegi. Soleiðis verður eisini lættari at veita arbeiðsleysum førleikagevandi tilboð. Kanningin verður gjørd saman við Fróðskaparsetrinum.
Seinni í ár kemur gongd á eina arbeiðsávísing á internetinum. Har kunnu bæði arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar skráseta seg.
Roknskapurin
Fíggjarleiðarin, Regin Jacobsen, legði roknskapin og hagtøl fram.
Í 1999 vóru inngjøldini til skipanina 170,4 milliónir, í mun til 177,3 milliónir í 1998. Samlaða útgjaldið var eisini minni. Í 1998 var tað 98,1 milliónir og í 1999 var tað 88 milliónir.
Hóast minkaðar inntøkur, er rakstrarúrslitið betri í ár, enn undanfarna ár. Her koma øktu lønarútgjaldingarnar í samfelagnum inn í myndina.
Mett hevur verið av stórum týdningi, at skipanin stimbrar eginognina, so standast kann ímóti, um samfelagið verður fyri bakkøstum. Sagt verður í viðmerkingum til roknskapin, at til hóskandi eginogn er fingin til vega, verður roynt at leggja skipanina soleiðis, at fíggjarlig javnvág er og sum einans hevur eina øking av gjaldførinum, svarandi til prísvøksturin í samfelagnum.
Umframt roknskapin, so legði Regin Jacobsen nógv og áhugaverd hagtøl á borðið. Lækking kundi staðfestast í talinum av arbeiðsleysum, men samstundis kundi staðfestast, at vandabólkar eru t.d. ófaklærdar kvinnur og fólk, ið eru komin upp í árini. Býtið millu menn og kvinnur, ið fáa arbeiðsloysisstuðul er soleiðis: 65% eru kvinnur og 35% eru menn
Vaksandi virksemi í Føroyum, síðani kreppuna fyrst í 90 árunum, hevur havt fallandi arbeiðsloysi við sær. Væntað verður ikki, at virksemið minkar í 2000 og sostatt kann roknast við, at arbeiðsloysið minkar støðugt.h;llum mismuni millum einstaklingar og stættir.
Ein sjálvsagdur táttur í hesum stríðnum fyri samfelagsligum frælsi er at vit tjóðskaparliga eisini vilja standa á egnum beinum, at vit gerast búskaparliga sjálvbjargin og eisini ráða okkum sjálvi til fulnar - so vit sum búgva í hesum landi, og ongin annar, skulu ráða fyri, hvussu vit skipa okkara samfelag.. Men vit ásanna, at vit hava ídag ikki allar tær búskaparligu og fyrisitingarligu fortreytir sum skulu til, og tí er fyrsta stigið, at vit miðvíst fara eftir at útvega okkum tær, at vit nú fara at leggja grundarlagið, sum einar frælsar Føroyar kunnu standa á. Javnaðarflokkurin loypir ikki eftir einum fullveldi, sum búskaparligt og fyrisitingarligt grundarlag ikki er undir, og sum vit skulu gjalda fyri við skerdum samfelagsligum frælsi.
Jú, eg haldi tað er so náttúrligt, at ein sosialistur og sjálvstýrismaður hoyrir heima í Javnaðarflokkinum. Tá eg svaraði Manna síðst, vísti eg á, at tað hava verið gjørdar fleiri royndir at skipa politiskar flokkar vinstrumegin Javnaðarflokkin, sum tó allar eru so syndarliga miseydnaðar. Mín niðurstøða av hesum royndum var, at tað neyvan fer at verða rúm og vónandi heldur ikki neyðugt við nýggjum vinstraflokki. Tað er mín sannføring, at tey vinstrahallu sjónarmiðini skulu kunna rúmast í og vera ein partur av tí føroyska Javnaðarflokkinum. Tað var m.a. út frá hesi greiðu fyritreyt at eg á vári 1998 játtaði at fara uppí og stilla upp fyri Javnaðarflokkin.
Eg havi eisini sannað, nú meir enn tvey ár eru farin, at tað er hugsjónarliga rúm í Javnaðarflokkinum, her er vítt til veggja, ofta í sera lívligum og hvassum orðaskifti, um sosialismu og sjálvstýri, um neyðsemjur í gerandisdegnum og um politiskar hugsjónir. Men eg skal viðganga, at eitt mál hevur lagt seg tungt yvir alt og troðkað øll onnur spennandi mál til viks - tað er hetta stríðið um fullveldi ella sjálvstýri. Tí eri eg ein teirra, sum gleði meg til vit hava fingið lagt tað afturum, og tað aftur verður møguligt at viðgera verulig samfelagsmál, uttan at støðutakanin í hesum stríðnum skal forða fyri samstarvi millum teir flokkar, sum annars áttu at staðið saman, nevnliga Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin.
Hans Pauli Strøm,
javnaðarmaður