Jógvan á Lakjuni dylur ikki fyri, at hann er sera fegin um, at Johan Dahl hevur steðgað ætlanunum hjá Rúsuni, at lata upp í SMS. Men hann vil eisini hava herd krøv til Rúsuna - og hon skal úr Miðlon sum skjótast. Ikki bara skulu ætlanirnar um at lata Rúsu upp í SMS steðgast, men Rúsan skal eisini úr Miðlon, og Føroya Bjór handlar skulu niðurleggjast. Tað heldur Jógvan á Lakjuni.
Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur verið ein teirra, ið ikki hevur tikið undir við ætlanunum hjá landsstýrismanninum við Vinnumálum, Johan Dahl, um at loyva Rúsuni, at lata handil upp í SMS. Nú hava løgmaður og vinnumálaráðharrin boðað frá, at teir hava steðgað hesum ætlanum, til málið hevur verið fyri á samgongufundi. Har fer Johan Dahl millum annað at greiða frá, hvørjar broytingar hann heldur, at Rúsan og samgongan í felag kunnu gera.
Jógvan á Lakjuni hevur eisini síni boð uppá, hvussu Rúsan í framtíðini skal síggja út.
-Eg veit væl, at tað er neyðugt við rúsdrekkasølu í Føroyum, men tað skal verða undir skipaðum viðurskiftum, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann heldur millum annað, at Rúsan skal fáast úr Miðlon sum skjótast, tí tað er fyri so vítt eingin munur á at hava Rúsu í SMS og í Miðlon, har hon nú heldur til.
Eisini heldur Jógvan á Lakjuni, at handlarnir hjá Føroya Bjór skulu latast aftur, og at alt øl og brennivín í Føroyum skal seljast úr Rúsuni.
-Soleiðis hevur ein eftirlit við hvat fer fram, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann fer at føra hesi sjónarmið fram á samgongufundi mánadagin.
-Eg eri glaður fyri, at teir nú loyva hesum málinum til kjak í samgonguni. Eg vóni, at okkurt gott kemur burturúr fundinum, sigur Jógvan á Lakjuni.