Gott veður næstu dagarnar

Veðrið fer at verða hampiliga gott hesa vikuna, og tað verður lýtt í veðrinum.

Í morgin og mikudagin fer hitin at liggja millum 11 og 15 hitastig, og fríggjadagin kunnu vit vænta upp í 16 hitastig.

Tað verður fyri tað mesta turt komandi dagarnar, men mikudagin fer møguliga at regna av og á.

Til ber at hoyra veðurmannin hjá Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, greiða frá veðrinum við at trýsta á pílin undir myndini.