Kom vár.
Mikukvøldið, 12. mars er Grækarismessa. At tjaldrið og lýkkan endiliga er komin, verður hátíðarhildið í Føroyahúsinum á Vesterbro við einum kvøldi, sum heiðrar várinum og menniskjanum, listini, matinum og øllum tí, ið liggur ímillum.
Á skránni er tónleikur, filmur, sjónleikur, røða, grafisk list, kvæði, upplegg, tulkingar, hugleiðingar, matur og drekka.
Tiltakið er ókeypis. Niðanfyri skránna ber til at lesa meir um hvørt einstaka innslag:
SKRÁ
Kl. 19.00: Vælkomin.
Kl. 19.05: Grækarismessurøða.
Kl. 19.20: Visuelt vár, við Ingu Greve Kampmann.
Kl. 19.40: Hví skal alt snúgva seg um sex? Birita Lamhauge Jóansdóttir.
Kl. 20.00: Tónleikur við bólkinum, Zalem og steðgur, har til ber at keypa mat, sum húskokkurin hevur gjørt til høvið. Barrin er opin alt kvøldið.
20.40: "Syndefaldet. En historie om et virkelig godt menneske", brot úr teksti eftir W. Heinesen framført av Gunnvá Zachariasen og Maritu Dalsgaard.
21.00: Tá tónleikurin tendrar, við Birgi Thor Møller.
21.20: "Snoribollagenturnar", filmur eftir Dennis Agerblad.
22.05: "Harpuríma", Ólavur Eysturdal tulkar gandavísuna.
22.15: Harpuríma verður kvøðin við stuðuli frá luttakarum úr dansifelagnum, Fótatraðk.
22.30: Avdúkan av, hvør er kosin at vera "Ársins tjaldur".
Visuelt vár, Inga Greve Kampmann:
Veturin er langur og myrkur. Himmalin er myrkur. Havið er myrkt. Sinnið er myrkt. Vit sita innandura, eta vitamintablettir og kenna kuldan í mergi og beini. Spakuliga rysta ein lítil blóma og teir silvurlittu gásaungarnir kavan av sær. Vit kenna tær fyrstu ísakøldu solstrálurnar á húðini og siga: “Nú er vár!”. Altíð blaka vit húgvuna og vøtturnar tríggjar vikur ov tíðliga, og leypa á súkkluna við vindi í hárinum – og enda við reyðum nasum, men hvørt ár kenna vit hugin til at koma út úr okkara vetrardvala. Fuglar, bjarnaungar, høsnarungar og kýr rulla, láta og brøla. Sansinir eru skerpaðir og tey eru svong. Vit eru svong. Svong eftir at uppdaga av nýggjum. Seta saman og royna. Savna saman og uppliva.
Visuelt vár er eitt lítið upplegg við dømum um list, ið er skapað á vári, har lutir frá náttúruni eru nýtt í verkunum. Inspiratiónin til at brúka, nerta við og inndraga náttúruna á ein nýggjan hátt.
Hví skal alt altíð snúgva seg um sex? Birita Lamhauge Jóansdóttir: - Ein hugleiðing um kyn og seksualitet og tað, at vera menniskja.
"Syndefaldet. EN historie om et virkelig godt menneske.", framført av Gunnvá Zachariasen og Maritu Dalsgaard:
Syndefaldet. En historie om et virkelig godt menneske. eftir William Heinesen: Ein søga um vinarlag, hetjubrøgd, svik, lív og deyða og hin altíð lokkandi Eros. Um hampulig og góðlíðandi menniskju, sum fella í freistingar og snáva á svikafulla og lokkandi erotiska vígvøllinum. “Det drejer sig om et af disse lynnedslag, som Naturmagterne i oprindelig artsbevarende øjemed jævnligt arrangerer for os stakkels mennesker og som ytrer sig i betingelsesløse magtbud, der kan slå selv den bedst pansrede calvinist af marken"
Tónleikur við bólkinum, Zalem, ið er mannaður av Selmu Higgins og Leu Kampmann.
Samstundis borðreiðir húshovmeistarin, Jógvan við smáum frískum vár smakkum, ið eru paraðir við Okkara vár. Ølin fæst til keyps í barrini, har afturat eru eisini føroyskir breyðbitar til sølu. Eisini ber til at keypa kaffi, te v.m.
Tá tónleikurin tendrar, Birgir Thor Møller:
Várið stendur fyri durnum, klárt at fáa kærleikan og hugin til at brenna. Men hvør tónleikur er í veruleikanum egnaður, og hvørjir sangir tendra okkum? Er tað heiðranin av tvíseminum í kærleiksballadunum, tungu og sveittut rytmurnar frá rokkinum, ella er tað sorgblíðu og stokkutu jazztónarnar úr myrkastu náttini? Kulturformidlari Birgir Thor Møller vendir spurninginum við sær sjálvum og við áskoðarunum, og kryddrar innleggið við smáum tónleikabrotum.Birita:Hví skal alt altíð snúgva seg um sex? Ein hugleiðing um kyn og seksualitet og tað, at vera menniskja.
"Snoribollagenturnar", filmur eftir Dennis Agerblad:
Da jeg voksede op på Færøerne var der ingen der talte om bøsser, lebber eller transer. Jeg følte mig lidt som en flygtning da jeg kom til Danmark i 1990. Men i dag går Færøerne jo igennem en stor udvikling på LGBT området (Lesbian, Gay, Bisexual, Transsexual). Jeg har dog ikke set eller hørt om nogle Færøske transer endnu. Men de findes jo også der. Eller var jeg den eneste? Jeg er Bøsse/Drag/Trans/Crosdresser/Queer og også lidt Lesbisk. Inspireret af alt dette har jeg lavet en 15 min. Færøsk Trash Drag Kunst Film. Gennem humor og surrealisme kan det være lettere at tale om svære emner og nå ind til en ny virkelighed. At ens nabo faktisk er en mand som går i dametøj. Filmen hedder "Snoribolla Genturnar" (Bussemands Pigerne) Navnet kommer af min teenage trang til at sige farlige ord som Bøsse, Pik, Røvhul. Men offentligt turde jeg ikke sige noget frækkere end Bussemand. Det har siden ændret sig. Ud over mig selv som selvfølgeligt taler færøsk medvirker ægteparret Nikolai & René Noesgaard Myntman som jeg har optrådt med i gennem mange år. Men de hverken taler eller forstår færøsk. Alt hvad de siger i filmen er sætninger jeg har skrevet ned på papir med lydskrift som de så siger højt når kameraet filmer. Filmen findes med Danske og Engelske undertekster. Men man behøves slet ikke at forstå hvad der bliver sagt. Det er mere måden det bliver sagt på der virker.
Harpuríma, Ólavur Eysturdal.
Ein tulking og hugleiðing av og um gandavísuna, Harpurímu. Eisini fer Ólavur at siga eitt sindur um føroyskan dans sum heild.