Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi á portal.fo.
Felagið vísir á, at leiðslan longu í seinastu ársfrásøgnini boðaði frá, at hon ikki var nøgd við gongdina. Grant hevur havt hall í rakstrinum fleiri ár á rað, og hóast roynt hevur verið við ymiskum broytingum og tiltøkum fyri at betra um fíggjarligu støðuna, hevur tað ikki eydnast at finna eina haldgóða loysn.
Sambært felagnum er støðan nú so álvarslig, at tað ikki megnar at gjalda sínar skyldur, eftir sum tær fella til gjaldingar.
Tí hevur nevndin í P/F Grant tikið avleiðingina av støðuni og latið konkursáheitan inn til Føroya skiftirætt.
P/F Grant er tað, sum áður var Vatnsoyarar Snikkaravirki á Vatnsoyrum, Føroya Gluggi í Miðvági og Aluplast í Gøtu.














