- Enn einaferð er skipaferðslan gjøgnum Hormussundið minkað, sigur norska Reiðarafelagið. Hetta hendir eftir nýggj álop millum stríðandi partarnar, USA og Iran

Nú er minni skipaferðsla gjøgnum Hormussundið

Í gjár segði amerikanski forsetin, Donald Trump, sum hevur luttikið á Nato-toppfundi í Turkalandi, at vápnahvíldin við Iran er av

- Enn einaferð er skipaferðslan gjøgnum Hormussundið minkað, sigur norska Reiðarafelagið. Hetta hendir eftir nýggj álop millum stríðandi partarnar, USA og Iran

- Enn einaferð er skipaferðslan gjøgnum Hormussundið minkað, sigur norska Reiðarafelagið.

 

Hetta hendir eftir nýggj álop millum stríðandi partarnar - USA og Iran - í økinum.

 

- Framvegis sigla skip inn og út gjøgnum sundið, sigur Audun Halvorsen, stjórin fyri norska Reiðarafelagið við NRK.

 

Tað var eftir, at USA og Iran gjørdu eina avtalu um at fáa ein enda á krígnum, at skipaferðslan í Hormussundinum tók seg uppaftur.

 

Men, seinastu næturnar hava aftur verið álop partanna millum, har USA hevur søkt at Iran, og Iran hevur søkt at støðum hjá USA í Miðeystri.

 

Í gjár segði amerikanski forsetin, Donald Trump, sum hevur luttikið á Nato-toppfundi í Turkalandi, at vápnahvíldin við Iran er av.

 

- Um hetta er rætt, er óvist, sigur stjórin í norska Reiðarafelagnum, Audun Halvorsen.

 

Hann vísir á, at trygdarstøðan í Hormussundinum er ein partur av samráðingardynamikkinum millum stríðandi partarnar.

 

Stjórin í norska Reiðarafelagnum heldur, at Iran roynir at tvinga fram eina skipan, har landið umsitir Hormussundið.

 

 

 

- Enn einaferð er skipaferðslan gjøgnum Hormussundið minkað, sigur norska Reiðarafelagið. Hetta hendir eftir nýggj álop millum stríðandi partarnar, USA og Iran