Grønlands Politi fær hjálp eftir illgrunasom deyðsføll

Tað var mánadagin, at tvey fólk vórðu funnin deyð á somu adressu í Maniitsoq, og nú verður málið kannað av løgregluni sum illgrunasom deyðsføll

Grønlands Politi er í holt við umfatandi kanningar, eftir tvey illgrunasom deyðsføll í Maniitsoq.

 

Sum liður í kanningararbeiðnum fær løgreglan í Grønlandi nú hjálp úr Danmark í royndini at greiða málið.

 

Tað var mánadagin, at tvey fólk vórðu funnin deyð á somu adressu í Maniitsoq.

 

Sermitsiaq veit at siga, at tað eru rættarlæknar og kriminalteknikarar, sum koma úr Danmark einaferð í hesi vikuni.

 

- Kanningararbeiðið er í gongd, og vit kunnu í løtuni ikki siga meira um málið og umstøðurnar kring deyðsføllini.

 

Grønlands Politi leggur aftrat, at tað er einki, sum bendir á, at aðrir persónar enn tey deyðu hava nakað tilknýti til hendingina.

 

- Tí er eingin orsøk hjá borgarum í Maniitsoq at taka serlig atlit, sigur Malik Sandgreen hjá Grønlands Politi.