Gravgangur eftir munnbindum - alt er útselt

Apotekini fáa næstan ikki frið frá fólki, sum vilja keypa sær munnbind, nú myndugleikarnir hava mælt øllum til at ganga við munnbindi fyri at verja okkum øll móti covid-19

Tað er gravgangur eftir munnbindum um alt landið. Men eftirspurningurin er størri enn útboðið, og tað er púrasta útselt á apotekunum kring landið.

Á Tjaldurs Apoteki í Havn bleiv útselt fyrradagin, og har fáa tey eina nýggja sending við munnbindum týsmorgunin.

Á apotekinum á Tvøroyri ganga tey eisini sum heitt breyð.

– Her bleiv útselt fyrsta dagin. Alt bleiv skrætt vekk uppá tríggjar tímar. Fleiri munnbind eru á veg, men vit duga ikki at siga, nær tað kemur, vónandi í næstu viku, siga tey úr apotekinum har suðuri.

Á Norðya apoteki í Klaksvík er sama skil.

Fyrst bleiv tað útselt mikudagin, og so fingu vit eitt sindur aftrat í gjár, men tað bleiv beinanvegin útselt aftur, sigur eitt starvsfólk. 

Á Eysturoyar Apoteki bleiv útselt í morgun. Har kemur meira í næstu viku, og starvsfólkini vóna, at tað verður mána- ella týsdagin.

Úr øllum apotekunum hoyra vit, at tað eru øgiliga nógv fólk, sum spyrja seg fyri og ætla sær at keypa munnbind í dag.