Greenland Express satsar upp á Aalborg

Enn er eingin dagfesting sett á, men líkt er til, at føroyingar fáa møguleikaat flúgva beinleiðis til Aalborg við Greenland Express. Eisini Primera Air sigst hava áhuga fyri flúgving til Føroya

Tað hevur ljóðað eina tíð, at Air Greenland skal undir nýggja rutu, har Føroyar verða millumstøð.

 

Enn er ikki nøkur almenn fráboðan komin um rutuna, og nær flúgvingin byrjar, men á Facebook-vanganum hjá flogfelagnum sæst nýggja rutan teknað á kort. Sambært hesum skal flúgvar Aalborg-Føroyar-Keflavík-Narsarsuaq. Felagið hevur fyri stuttum skift størsta partin av flotanum út, og nú verður flogvið við Airbus 319, ið er sama slag av flogfari, sum tey hjá Atlantic Airways.

 

Eisini hevur ljóðað – og tað varð eisini váttað í viðtali við Kringvarpið í heyst – at Primera Air hevur áhuga í at nýta Føroyar sum millumstøð í charterflúgving úr Íslandi til suðurlond.

 

Jákup Sverri Kass, sum er stjóri fyri Vága Floghavn sigur, at hann fær ikki gjørt viðmerkingar til ítøkilig mál.

 

- Eg kann siga somikið, at vit eru í samráðingum við einstøk flogfeløg, sum sýna áhuga fyri føroyaflúgving, men meira enn tað sama fái eg ikki sagt, er einasta viðmerkingin frá føroyska flogvallarstjóranum.